Vit eiga at forða fyri, at stættarmunurin ímillum tey almennu starvsfólk, sum fáa høga løn, og tey, sum fáa lága løn, alsamt veksur
Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er samd í, at spurningurin eigur at verða tikin upp
Nú Løgtingið hevur viðgjørt fíggjarlógina fyri næsta ár, vísti Bjørt Samuelsen, á, at sum gongdin er nú, veksur stættarmunurin alsamt ímillum tey, sum hava góða løn, og tey, sum hava lága løn.
Ein orsøk er, at hvørja ferð, lønarhækkingar eru, verða tær roknaðar í prosentum. Og skulu vit tosa um at býta vøksturin í samfelagnum javnt ímillum samfelagsbólkarnar, er tað ikki tann gongda leiðin, tí tað merkir nevniliga, at tær høgu lønirnar hækka altíð meiri enn tær lágu lønirnar.
- Eitt prosent av eini lágari løn er bara nakrar fáa krónur, men eitt prosent av eini høgari løn kann skjótt verða til rættiliga fitt av pengum, heldur Bjørt Samuelsen.
Og tí spurdi hon Kristinu Háfoss, hvussu tað ber til at forða fyri, at gjógvin ímillum vællønt og láglønt veksur alsamt og miðvíst.
Kristina Háfoss sigur, at eftir hennara tykki eiga vit at umhugsa at lata lønarhækkingar í krónum, heldur enn í prosentum - í hvussu so er kann hetta vera galdandi fyri ein part av lønarhækkingunum.
Men grundleggjandi heldur hon, at nú er stundin komin at endurskoða alla ta almennu lønarskipanina.
Tað almenna hevur nógvar sáttmálar við nógvum lønarskipanum, og tí hevur Kristina Háfoss sett sjøtul á eitt arbeiðið, har Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini saman, skulu útgreina allar lønarsáttálarnar.
Tað er eitt arbeiðið, sum byrjar fyrsta dagin, og í tí sambandi skal eisini eitt uppskot gerast um eina felags, almenna skipan við eini felags lønartalvu, har lønin verður ásett eftir førleikakrøvum, ábyrgd og øðrum viðurskiftum, sigur Kristina Háfoss.