FÓTBÓLTUR
AB hevði undan dagsins dysti fingið 25 mál ímóti sær. Men undan dagsins dysti hevði AB eisini fingið nýggjan venjara. Hesin eitur Sigfríður Clementsen, og hevði hann sett sær fyri at tetta verjuna, sum hevur verið heldur opin í teimum ellivu fyrstu dystunum í ár.
Hetta eydnaðist fyri so vítt eisini rættiliga væl. Í 85 minuttir eydnaðist tað at halda tætt, men so var Pól Jóhannus Justinussen framvið, og við einum fínum hálvfluktara skoraði hann og tryggjaði GÍ eitt stig.
AB stóð rætt
Uppleggið hjá GÍ var, at lokka óroyndu argjamenninar fram á vøllin, soleiðis at langir bóltar kundu spælast upp um verjuna. Hetta riggaði eisini eina løtu, men skjótt fótaði AB sær, stabiliseraði seg og so var ógvuliga trupult hjá GÍ at spæla seg í gjøgnum.
Av tí sama gekk eisini rættiliga long tíð, áðrenn fyrsta málið kom. Og tá tað so kom, var tað ikki GÍ sum fekk tað, men AB.
Bjarni Jørgensen var álopssinnaður leikari í høgra borði, og hann sendi ein høgan bólt inn fyri, tá tað restaði eitt korter. Onkursvegna snýtti hetta málverjan, og so endaði bólturin í netinum handan Geza Turi. AB á odda í Sarpugerði.
GÍ hevði annars havt bóltin nakað væl meiri enn AB, men við at standa rætt og halda tætt ímillum keturnar, hevði tað eydnast AB at halda heimaliðnum frá teimum stóru kjansunum. Og tá tosað verður um kjansir, so hevði AB ikki verið heilt vandaleyst, tá teir fingu møguleikan.
GÍ hinvegin hevði havt nógv spæl og rímiligt trýst á AB-málið, uttan at fáa nakað burturúr.
Men tá so bara fimm minuttir restaðu bukkaði AB undir. Pól Jóhannus Justinussen hálvfluktaði eitt innlegg í málið. Javnleikur og eitt flott mál frá runavíkinginum í Gøtu, sum við hesum skoraði sítt fimta mál á rað. Frammanundan hevur Pól Jóhannus stútað fýra bóltar í netið í fýra dystum, og við hesum staðfesti hann ikki bara, at hann er málfarligur, men eisini at hann dugir annað enn at brúka høvdið.
Rættvíst úrslit
Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Samanumtikið eitt rættvíst úrslit. Kanska gøtumenn iðra seg meiri enn tey á Argjum, og tað hava tey eisini alla orsøk til, um so er. Ikki bara tí, at GÍ leikliga var omaná stóran part av dystinum, men eisini, tí at GÍ ikki fær brúkt ein javnleik til tað stóra.
GÍ liggur mitt í stigatalvuni, men sunnudagin lagaðu úrslitini soleiðis, at teir kundu vunnið seg eitt fet inn á liðini frammanfyri. Til hetta kravdist tó ein sigur, men tað kláraði GÍ ikki. Tískil er fjarstøðan til aftasta plássið styttri hjá GÍ, enn hon er til fremsta plássið.
Hjá AB er hinvegin talan um eitt fínt úrslit. Gaman í, teir missa í síðstu løtu, men samanumtikið eiga argjamenn at vera nøgdir við at hála eitt stig heim á útivølli.
Eitt stig munar í hvussu so er hampiligt, tá teir frammanundan bara høvdu seks. Og serstakliga umráðandi er tað, at teir við javnleikinum ikki lovaðu VB/Sumba framum seg. So munur var á stigunum, liðini bæði ognaðu sær.