Munur á Føroyum

Í samband við grindadráp kann Føroyar býtast í tvey, eina norðara/eystara part og ein syðra/vestara part. Vágirnar við mest grind eru Miðvágur og Klaksvík, sum sambært hagtølunum hjá Dorete Bloch eru vágirnar, har umleið ein triðingur av øllum grindum, ið hava lagt beinini í Føroyum eru dripnar.

Sambært Hjálmar Hátún er líkt til, at stórur munur á, hvørjar grindir koma inn í eystara partin og vestara partin.

- Tað hevur víst seg líka aftur til 1709, at neyvt samband er millum temperaturin í havinum kring okkum og talið av grindum í eystara partinum á landinum. Tað er ofta talan um eina migratión hjá grindini, har hvalirnir koma norðanífrá og koma beint fram við eystara partinum á Føroyum. Hetta ger seg galdandi tá temperatururin er høgur í havinum, greiðir Hjálmar Hátún frá.

Síðan í 80’unum hevur sambandið millum havtemperatur og grind verið heldur kámari, tí høgguslokkurin er ikki komin fyri seg aftur síðani í 80’unum, tá bæði svartkjaftur og høgguslokkur blivu burtur.

- Í 90’unum kom svartkjafturin fyri seg aftur, men tað gjørdi høgguslokkurin ikki. Tá er nærliggjandi at hugsa, at mennskja hevur havt onkra ávirkan, fortelur Hjálmar Hátún.

- Hinvegin er ikki tílíkt samband í vestara partinum, men heldur er tað tilvild, at hvalir sunnanfyri koma inn á vestara ella syðra part av landinum, heldur Hjálmar Hátún.