Munkar fáa ordrar um fótbólt

Teir 40.000 buddistisku munkarnir í Kambodia hava nú fingið greið boð um, hvussu teir skulu bera seg at í hesum døgum, tá ið áhugin fyri HM-fótbólti er so stórur. Andaligi leiðarin hjá teimum, Non Nget, hevur sagt, at teir kunnu hyggja eftir fótbólti, men teir mugu ikki heppa á liðini. Munkarnir skulu ikki hyggja eftir fótbólti alment, og teir mugu fyri alt í verðini ikki tippa dystirnar í HM-kappingini. Um munkarnir rópa undir dystunum, verða teir útihýstir frá munkaordanum.