Restorffs Bryggjarí sigur, at tey nú aftur koma á marknaðin við »serføroyska tjóðarbjórinum, Mungát«, sum bryggjaríi orðførir seg í tíðindaskrivi.
Av Restorffs Bryggjaríi siga tey, at hetta ølið upprunaliga bert varð ætlað at verða á marknaðinum um ólavsøkumundið, og tí gavst bryggjaríið við framleiðsluni.
? Tað vísti seg kortini at vera sera stórur eftirspurningurin eftir ølinum, og tessvegna hevur bryggjaríið gjørt av, at Mungát nú verður at fáa alt árið ? og byrjar framleiðslan í dag, 1. oktober, sigur bryggjaríið.