- Nú má Javnaðarflokkurin finna útav, hvørjum vit skulu samstarva við í politikki.
Tað staðfesti Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum seinasta vikuskifti.
Hon var so mikið greið í síni meining, at nógvir lurtarar sótu eftir við eini sterkari kenslu av, at ein politisk uppgerð av teimum heilt stóru er á veg í samgonguni.
Hom mælti rætt og slætt til, at Javnaðarflokkurin nú ger støðuna í samgonguni upp.
- Vit mugu finna útav, hvønn vit skulu samstarva við fyri at kunna føra javnaðarpolitkk og fyri at kunna seta tær nýskipanir í verk, vit hava sett okkum fyri.
- Vit mugu meta um støðuna og gera upp við okkum sjálvi um úrslitið, sum er komið burtur úr, er nøktandi ella um tað er ov ússaligt.
Tola luktin
Landsstýriskvinnan gjørdi eisini greitt, at Javnaðarflokkurin má gera upp við seg sjálvan, hvat virðisgrundarlag, hann byggir á og hvørjum flokkum, hann kann føra ein politikk saman við, sum er í samsvari við tað virðisgrundarlagið.
- Tann, sum ikki tolir luktin í tí bakaríðnum, má bara rýma.
- Javnaðarflokkurin kann ikki liva við at framtíðin er borgarlig, soleiðis sum Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, hevur fráboðað alment.
- Tað skulu vit boða greitt og týðiligt frá, legði hon afturat.
Hon legði afturat, at Javnaðarfokkurin má halda fast um, at tær stóru nýskipanirnar skulu gjøgnumførast fyri at framtíðartryggja búskapin og vælferðarsamfelagið, men tað skal vera á tí virðisgrundarlagið, sum er okkara.
Hon legði afturat, at tað ber ikki til at spara seg burtur úr trupulleikunum.
Samstundis er tað greitt, at tað tekur tíð at gjøgnumføra nýskipanir, so tað má leggjast til brots nú.
- Tí mugu vit gera okkum, greitt, hvat virðisgrundarlag vit skulu byggja á, tað, sum er eftir av hesum skeiðnum og ikki minst, í eini framtíðar samgongu.
Langt frá
eini semju
Tað er ein stórur spurningur um tað yvirhøvur fer at eydnast samgonguni at semjast um nakrar av teimum bygnaðarbroytingunum, sum talan hevur verið um á fiskivinnuøkinum, kommunuøkinum í skúlaverkinum og á eldraøkinum.
Flokkarnir í samgonguni eru ikki samdir um, antin hesar bygnaðarbroytingarnar skulu fremjast ella ikki.
Men tað er eisini ósemja innanfloks í teimum ymsu flokkunum, eitt nú eru bæði Javnaðarflokkurin og Fólkafloksflokkurin spjaddir í spurninginum um ymsar nýskipanir, eitt nú á skúlaøkinum og á kommunuøkinum.
Fleiri politikarar í samgonguni vilja ikki leggja skúlar saman og tað er eisini stór ósemja um, antin kommunur skulu leggjast saman við lóg, ella um vit skulu bíða eftir eini sjálvbodnari samanlegging.
Men tað er somuleiðis ósemja um, hvørji málsøki skulu leggjast undir kommunurnar. Javnaðarflokkurin er ikki heitur fyri at leggja skúlan undir kommunurnar, men tað er stemingur fyri í samgonguni annars.
Tað eru eisini partar í samgonguni, sum krevja, at bygnaðurin í kommunuøkinum skal ikki broytast fyrrenn avtala eisini er fingin um, hvørji málsøki tær nýggju, stóru kommunurnar skulu fáa at umsita - og tey bæði málini skulu fylgjast at
Samstundis hevur Fólkaflokkurin altíð verið ímóti ætlaðu bygnaðarbroytingunum á fiskivinnuøkinum við tilfeingisgjaldi og fiskidagabanka.
Les eisini greinina: Helena hóttir við at fara úr landsstýrinum.










