Mugu til Íslands fyri at fáa politikarar at møta upp

Sambært formanninum í Kommunufelagnum møta kommunustýrislimir ikki upp á skeiði, um tað verður hildið í Føroyum. Tí er tað ein góð íløga at senda teir til Íslands á skeið um at reka kommunur í Føroyum

– Hetta er ein lítil íløga ímun til økonomisku balnsarnar, sum kommunurnar hava, sigur Tórbjørn Jacobsen við Kringvarpið.

 

Tað er Kommunufelagið, sum skipar fyri skeiðnum, sum er í Íslandi í hesum døgum – og skeiðið er fyri at styrkja kommunalpolitikararnar og geva teimum førleikar og vitan um uppgávur, sum kommunurnar hava nú og í framtíðini, verður sagt.

 

Lesið eisini: Skeið fyri føroysk kommunustýri í Íslandi kostar út við 3 mió kr.

 

Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sigur við Kringvarpið, at royndirnar fyri fýra og átta árum síðani eru, at tað gongur illa at fáa fólk at støðast á fundinum, og at ein partur av fólkinum møtir ikki upp.

 

– Hetta er tí tann skilabesti og mest konsentreraði mátin at gera tað upp á, og vit fáa undirvísing í øllum tí, sum hevur við kommunurnar at gera – umframt tað, at vit fáa vitjan av tí íslendska kommunufelagnum, sum kemur at greiða frá, hvussu tær virka í íslendska samfelagnum, segði hann við Kringvarpið.

 

Spurdur um kommunalpolitikararnir taka arbeiðið nóg seriøst, tá teir ikki møta upp í Føroyum, svarar Tórbjørn Jacobsen Kringvarpinum, at tiltakið í Íslandi í gjár og í dag er fullmannað, so øll, sum eru við, møta upp.

 

– Eg kann bara staðfesta, at hetta fungerar, sigur hann.

 

Tað kostar um 10.000 krónur fyri hvønn luttakara at fara til íslands umframt endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Men Tórbjørn Jacobsen heldur kortini, at tað er ein góð íløga.

 

– Hetta er ein góð íløgua í mun til teir fíggjarkarmar, sum kommunurnar skulu sita við tey næstu árini, sigur hann við Kringvarpið.

 

Hann heldur, at tey sum eru við, hava í øllum førum finigð botnin undir sítt starv, sum er neyðugur, fyri at kunnu røkja ognirnar hjá borgarunum so væl sum gjørligt, sigur formaðurin í Kommunufelagnum.

 

Lesið eisini: Havnin sendir býráðslimir til Íslands á skeið fyri 130.000 kr

----

 

Um fundin higartil skrivar Kommunufelagið soleiðis á Facebook:

 

KOMMUNUPOLITIKARAR Á SKEIÐI Í REYKJAVÍK

 

Arbeiðsdagurin byrjaði tíðliga í morgun. Longu klokkan 5 stóðu øll 174 klár í Vágum at flúgva til Íslands. Ferðaætlanin gekk øll eftir vild, til vit klokkan 10 settu hol á sjálva arbeiðsskránna á Hotel Natura í Reykjavík. Tórbjørn Jacobsen, formaður Kommunufelagsins, setti skeiðið, sum er fyri nývaldar og afturvaldar kommunustýrislimir, har endamálið er at styrkja kommunustýrislimirnar í leikluti sínum sum kommunupolitikarar og at geva teimum førleika og vitan um tær uppgávur og avbjóðingar, ið kommunurnar hava nú og framyvir.

 

Endamálið er eisini at viðgera grundleggjandi reglur um rættindi og skyldur hjá einstaka politikaranum umframt løgfrøðiligar ásetingar um samanspælið millum politikarar og fyrisiting. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, greiddi síðani í stuttum frá um søguna og virksemið hjá felagnum.

 

Fyrsti parturin í dag snúði seg um felagskommunala virksemið undir Kommunufelagnum:

 

• Bjarni Mortensen greiddi frá um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og virkseminum við sáttmálasamráðingum, starvsfólkaviðurskiftum, lønarlagið og starvsmeting.

 

• Síðani kom Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, og lýsti hvussu barnaverndin er skipað, millum annað við barnaverndartænastum kring landið. Um fosturforeldraskipanina og um Barnahúsið. Fleiri kommunupolitikarar nýttu høvið at seta spurningar.

 

• Camilla Henanger, leiðari í nýstovnaðu Familjutænastuni, kunnaði um tilgongdina at fáa nýggja tilboðið at virka sum fyribils royndarskipan nú í næstum. Málbólkur eru foreldur, sum ynskja hjálp til foreldraleiklutin. Tað nýggja við Familjutænastuni verður, at partur av virkseminum verður í flytandi toymi, sum arbeiðir í heiminum hjá familjunum og í teirra netverki. Toymið kann so veita viðgerð og ráðgeving í teirra gerandisdegi. Eisini fevnir Familjutænastan um eitt hús, sum veitir samdøgurviðgerð.

 

• SSP-ráðgevin, Daisy Iversen, segði frá um fyribyrgjandi faktorar og at arbeiða uppbyggjandi til tess at fyribyrgja kriminalitet. Málbólkur eru børn og ung.

 

• Talgilda heilsuskipan til kommunur er dømi um felags kommunal verkætlan, har Sigrid J. Dalsgaard er verkætlanarleiðari. Hon greiddi frá tilgongdini og teim mongu áhugabólkunum, sum hava gjørt eitt stórt og týðandi arbeiði við sera góðum úrsliti.

 

Hareftir var framløga hjá Eyðuni Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, um býtið millum tað felagskommunala og tað kommunala.

 

At enda var pallborð við borgarstjórum við yvirskipaðu yvirskriftini: “Ábyrgdarbýti og uppgávubýti millum land og kommunur og millum kommunur og kommunal samstørv. Er neyðugt við broytingum?” Við pallborðið sótu frá vinstru hesir borgarstjórar: Marita Sumberg, Viðareiðis kommuna, Ása Holm, Porkeri kommuna, Bjarni Prior, Vága kommuna, Dávur Juul, Fuglafjarðar kommuna, Kristian Oskar Hendriksen, Sands kommuna, Jógvan í Skorini, Eiðis kommuna og Karl Johansen, Klaksvíkar kommuna.

 

Tað tóktist lætt hjá borgarstjórunum at vísa á alskyns fyrimunir við samstørvum á fleiri økjum, til dømis skúla- og eldraøkinum, tilbúgving, læknahús, barnavernd, tannrøkt – hesi vórðu søgd at fungera óalmindiliga væl. Ein avbjóðing var søgd at vera, at kommunur eru ymiskar í stødd og fíggjarligari megi. Onkur nevndi tvungin samstørv – tá ber ikki til at fara, um mann er ósamdur, og tað kann viðhvørt vera ein vansi.

 

Fleiri vístu á ynski um størri eindir av røktarheimum, enn fleiri av verandi smáu við tað at her var møguleiki fyri stórum sparingum.

 

Spurdir, um teir høvdu boð um øki, sum framyvir samstarvast kann um, vórðu umrødd: KT-trygd, kommununet, byggimálsviðgerð í brunaviðurskiftum.

 

Skeiðið heldur fram í morgin.