Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í dag hitt tíðindafólk, og her segði forsetin, at meginparturin av herskipunum hjá Iran eru søkt og liggja við havsins botn.
- Tað eru 51 skip, og eg visti ikki, at landið hevði so nógv skip. Hetta tók ikki langa tíð, legði hann aftrat.
Forsetin segði, at um USA og Ísrael ikki høvdu lopið á Iran, so hevð landið longu havt kjarnorkuvápn og hevði havt lopið á Ísrael.
Hvussu rættar hesar útsagnir hjá Donald Trump eru, skulu vit ikki meta um.
Donalt Trump hevur áður sagt, at USA í sínum álopum á Iran í fjør summar oyðilegði iranska kjarnorkuútbúnaðin. So, her er ikki ordiligur samanhangur í.
Amerikanski forsetin segði á tíðindafundnum í dag, at fleiri enn 5000 mál eru rakt í Iran.
Hann legði aftrat, at tað kann taka ein dag at raka málini, ið eftir eru.
Spurdur, um hann væntar, at kríggið móti Iran verður av hesa vikuna, sigur Donald Trump.
- Nei, men skjótt, ógvuliga skjótt, legði hann aftrat.











