Nær kunnu vit væntað, at arbeiðið við at fáa ásett fátækramark er liðugt?
Hesum spurningi fer Annika Olsen at svara á tingfundinum týsdagin. Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi hevur sett henni hendan spurning saman við tveimum øðrum spurningum. Hon vil hava at vita, hvørji átøk vit kunnu vænta, at landsstýriskvinnan fer at fremja fyri at bøta um livikorini hjá fólki í fátækt. Eisini vil hon hava Anniku Olsen at siga, hvussu hon fer at tryggja sær, at fólk í Føroyum ikki liva í fátæktadømi.
Sirið Stenberg sigur í viðmerking til fyrispurningin, at ein partur av Føroya fólki livir á samfelagsins skuggasíðu. Hesi hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman og liva partvís ella heilt í stórum fátækradømi.
Í miðlunum hevur verið víst á, at stakir forsyrgjarar ikki eiga mat í munnin. Orsøkirnar eru allarhelst ein samanrenning av fleiri óhepnum viðurskiftum, men ítøkiliga støðan hjá hesum fólkum er, at tey liva í fátækradømi. Tíbetur hava vit nógv sjálvboðin, sum gera eitt stórt hjálpararbeiði fyri at bøta um støðuna hjá hesum fólkum.
Hjá hjálparfelagsskapinum »Í menniskjum góður tokki« hava tey gjørt skrásetingar av støðunum hjá teimum, sum søkja um hjálp til jóla. Í teirra tølum verður víst á, at 200 familjur, sum fingu jólahjálp, høvdu 50 krónur ella minni at liva fyri um dagin. Eisini vísa tey á, at 910 fingu jólahjálp, og at 596 av hesum livdu í familjum, sum lívbjargaðu sær fyri minni enn 100 krónur um dagin. Somuleiðis verður víst á vaksandi tørv á jólahjálp millum stakar forsyrgjarir og ungar kvinnur við barn, sigur tingkvinnan.
Hon vísir á, at allarhelst kenna aðrir felagsskapir og einstaklingar, sum gera eitt stórt hjálapararbeiði, til tørvin, men tíverri kenni eg ikki til nakrar skrásetingar hesum viðvíkjandi.
Í summar varð víst á frá Pedagogfelagnum, at alsamt fleiri børn í Føroyum liva í fátækradømi. Hetta kom fram í sambandi við norðurlendskan fund fyri sosialpedagogar, sum var hildin í Føroyum. Víst var á, at eyðkenni fyri hesi børn vóru, at tey vóru børn hjá støkum, børn hjá arbeiðsleysum, børn hjá foreldrum við ongari útbúgving og børn, har foreldrini vóru tilflytarar. Frá Hagstovuni hava vit fyrr fingið at vita, at 14 prosent av pensjónistum liva í fátækravága, og at serliga støk eru í hesum vanda. Trupulleikin við fátækradømi er sostatt ikki bara millum barnafamiljur, men eisini hjá teimum eldru. Allarhelst er trupulleikin lutvíst til staðar í øllum samfelagsbólkum, men sera lítið skjalatilfar er hesum viðvíkjandi, so tað er trupult at lýsa, hvussu stórur trupulleikin er. Eingin ivi tykist tó vera um, at greiðar ábendingar eru um, at vit hava ein reellan trupulleika, sigur hon.
Sirið Stenberg vísir á,a t fátækradømi er sárt at tosa um, og fólk royna ofta at fjala út yvir støðuna sum longst. Tá ið trupulleikin so gerst sjónligur, hevur hann ofta verið til staðar yvir longri tíð, og allir møguleikar fyri batum eru troyttir í nærumhvørvinum.
Havandi í huga tað góða arbeiði, sjálvboðin gera, má ásannast, at hesi eru eitt greitt tekin uppá, at tað almenna ikki hevur røkt sína skyldur. Ábyrgdin fyri at tryggja øllum borgarum líkinda livikor er ein uppgáva hjá landinum, men av tí at landið ikki hevur livað upp til hetta, so hava sjálvbodnir felagsskapir gjørt sítt besta fyri at bøta um støðuna hjá fólki í fátækt. Hetta eigur at fáa landsins myndugleikar at taka støðuna í allarstørsta álvara, og ikki bert lata tað vera upp til tey sjálvbodnu at hjálpa. Til dømis er »Í menniskjum góður tokki« bert virkið til jóla, men fátækradømi er har alt árið. Fólk skulu liva hvønn dag í árinum, sigur hon.
Samanumtikið er fátækradømi og vánalig livikor atvoldin til nógvar aðrar trupulleikar, bæði menniskjaliga, sosialt og heilsuliga, umframt samfelagsliga, sigur Sirið Stenberg, sum tí vil hava landsstýriskvinnuna at svara hesum spurningum, sum verða svaraðir á tingfundinum týsdagin.