Mugu royna einaferð afturat at fáa hægri ríkisveiting

- Vit eiga ikki at gevast við royndunum at fáa eina hægri ríkisveiting úr Danmark.

Tað heldur Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini í Løgtinginum.

Hann heldur, at royndin seinast, at hækka blokkin, var ikki meiri enn hálvhjartað og tað varð eisini púra avvíst av donsku stjórnini.

- Tá ið málið var til umrøðu á Løgtinginum, vóru tað nakrir politikarar úr samgonguni, serliga Fólkaflokkinum, sum týðiliga góvu til kennar, at teir vóru ivingarsamir og ikki vistu, um teir tóku undir við slíkum.

- Tað setti okkum í eina ógvuliga vánaliga samráðingarstøðu, tí tað punkteraði fullkomiliga okkara góðu grundgevingar, at vit ikki stóðu sum ein maður í hesum máli, sigur Bárður Nielsen.

Men hann heldur als ikki, at hetta eigur at ræða landsstýrinum til at royna einaferð afturat at fáa ríkisveitingina hækkaða.

Sjálvur er Bárður Nielsen av terri føstu sannføring, at so leingi vit hava felags ríkismál í Føroyum, sum ikki eru yvirtikin, skulu vit sjálvandi hava endurgjald fyri tað.

- Tískil hava vit fullan rætt at til endurgjald fyri hesi málsøki og sostatt eiga vit eisini rætt til at ríkisveitingin verður dagførd.

Ríkisveitingin hevur ikki verið prístalsviðgjørd í árunum frá 2003 til 2011, men verður hon dagførd, hevði hon verið 137,5 milliónir hægri um árið, enn hon er nú.

Tað heldur hann, eigur at vera málið hjá samgonguni.

Nú hevur løgmaður boðað frá í Sosialinum, at hann vildi ikki tapa sama dyst tvær ferðir

- Eitt er at tapa ein dyst eitt ár. Men so ber til at taka dystin upp aftur, sigur Bárður Nielsen.