Hóast lítið er at hoyra um eitt føroyskt oljuævintýr í løtuni, so merkir tað ikki, at arbeiðið er fullkomiliga slept. Vinnumálaráðið hevur áður boðað frá, at fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting verður í 2017.
Í tíðindaskrivi í dag mælir oljuvinnufelagið tó til, at ein ikki legst á boðunum, men áhaldandi marknaðarførir hetta úbjóðingarumfarið.
- Fyri at áhugin fyri oljuleiting í 2017 skal gerast veruleiki, er neyðugt við støðugari marknaðarføring, samstundis sum arbeitt verður miðvíst við at skapa áhuga millum útlendsk oljufeløg fyri føroyska landgrunninum.
Oljuvinnufelagið sigur, at tað er týdningarmikið, at eitt komandi landsstýrið fer at raðfesta marknaðarføringa av útbjóðingarrunduni.
- Raðfesting merkir, at peningur verður settur av á fíggjarlógini til eina áhaldandi marknaðarføring í fleiri ár, og at peningur ikki bert verður til at gera kanningar og útbjóðingartilfar, skrivar felagið.
Oljuvinnufelagið ynskir samstundis, at allar føroyskar tænastur innann oljuvinnuna samstarva um marknaðarføring av Føryoum sum ein maritimur tænastudepil.
- Vit hava neyðugu førleikarnar og møguleikarnar til at átaka okkum uppgávur, tá skip og pallar skulu til umvælingar, umbygging ella hava brúk fyri øðrum veitingum. Í dag eru tað fyritøkurnar hvør sær, sum standa fyri sølu og marknaðarføring av teirra egnu vørum.
Oljuvinnufelagið vísir á, at virksemi knýtt at oljuvinnuni gagnar stórum parti av føroyska samfelagnum og nevnir umvælingina av West Hercules sum dømi.
- Tørvur er á einum breiðum samstarvi við politisku skipanina, embætisverkið og onnur feløg. Marknaðarføring kann skapa enn størri ferðslu og umseting, ikki bert innan frálandavinnuna, men eisini innan aðrar vinnur og kann gagna øllum føroyska samfelagnum, skrivar Oljuvinnufelagið at enda.