Mugu lýsa avleiðingarnar betri

Búskapar- og Løgfrøðingafelagið hevur sent út eina yvirlýsing. Orsøkin er at politiska gongdin seinastu tíðina ørkymlar felagið so nógv, at tað ikki longur kann eygleiða hesa tigandi.

Felagið vísir á tær grundleggjandi broytingar sum skulu fremjast í pensjóns- og skattaviðurskiftunum hjá fólki.

- Hetta verður gjørt, uttan at búskaparligu avleiðingarnar eru nóg væl lýstar, verður sagt.

Sagt verður, at broytingar verða framdar í slíkum skundi, at lóggávuarbeiðið als ikki er løgfrøðiliga nøktandi, tí embætisfólkini fáa ikki nýtt sín serkunnleika . Tey fáa tí ikki gjørt sína skyldu til at tryggja, at Føroya fólk ikki verður rakt av óhepnum avleiðingum.

Tað er eisini eitt álvarsamt álitisbrot millum løntakararnar og Landsstýrið, at fortreytirnar fyri pensjónsskipanini verða broyttar við so stuttum skotbrái, sum lagt verður upp til, har eingin kennir avleiðingarnar.

Sligið verður tí fast, at okkum tørvar álvarsom tiltøk fyri at hóra undan fíggjarliga, men tiltøkini hjá samgonguni gera, at støðan alsamt versnar.

- Vit gera tí staðiliga vart við, at løtan er ikki hin rætta til skundloysnir og til illa umhugsaðan og illa fyrireikaðan politikk. Landsstýrið og Løgtingið eiga tú at leggja á annan bógv, og steðga tilgongdini at fremja omanfyrinevndu broytingar, men heldur fremja veruligar loysnir uppá trupulleikarnar í Føroyum, sigur Búskapar- og Løgfrøðingafelagið, sum veitir hinum fakfeløgunum sín fulla og treytaleysa stuðul í sáttmálasamráðingunum og í stríði teirra fyri vunnum rættindum hjá limum teirra.