Feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum eru sera vónbrotin av, at stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina hevur skotið upp at lækka arbeiðsloysisstuðulin frá 80% niður í 75%.
Hetta hava umboð í stýrinum eisini fleiri ferðir fingið at vita á fundum, áðrenn broytingarnar vórðu samtyktar í stýrinum í Als.
Feløgini hava greitt boðað frá, at tey kunna ganga við til at inngjaldið hækkar, og at mesta útgjaldið lækkar nakað niður í 17.500 kr – ongar aðrar verri broytingar skuldu gerast, og so slettis ikki at lækka prosentgjaldið niður í 75 prosent, ella at innføra karentsdagarnar aftur.
Tey seinastu nógvu árini hevur Arbeiðsloysisskipanin megnað at savnað fleiri hundrað milliónir krónur saman. Hetta má sigast at vera eitt satt bragd.
Tey, sum sitið hava í stýrunum, hava víst ábyrgdarsemi og ein vilja og vísdóm til at halda fast um, at sjálvsagt skulu vit spara upp í góðum tíðum fyri síðani at brúka peningin, nú verri tíðir eru, og stórur partur av arbeiðsfjøldini eru rakt av arbeiðsloysi.
Høgt arbeiðsloysi
Arbeiðsloysi hevur verið sera høgt seinastu tvey árini, og hóast tað av og á hava verið glottar at hóma, so eru enn nógv fólk, sum ikki sleppa til arbeiðis, hóast tey fegin vildu.
Vit, sum standa á odda fyri fakfeløgunum, tosa hvønn dag við arbeiðstøkar limir hjá okkum, sum harmast støðuna, og sum vóna, at tey skjótt sleppa aftur til arbeiðis.
Arbeiðsleys søkja tey størv sum eru, og eru sum heild úti um seg, men sum tú sært bara við t.d. at hyggja at www.starv.fo, so eru sera fá størv í løtuni til fólk, sum ikki hava styttri ella longri útbúgvingar.
ALS jaligar broytingar
Tá ið Arbeiðsloysisstuðulin varð broyttur í 2009, var hetta størsta frambrotið hjá arbeiðsleysum farna áratíggju.
Bæði arbeiðsloysisstuðulin og prosenttalið var hækkað, soleiðis, at arbeiðsleys nú høvdu møguleika at klára seg so toluliga fíggjarliga, hóast tey vórðu rakt av arbeiðsloysi.
Arbeiðsleys fingu nú 80 prosent av lønini í arbeiðsloysisstuðli, men tó í mesta lag 20.000 kr um mánaðin fyrsta árið, síðani lækkaði stuðulin nakað.
Dagatalið í Arbeiðsloysisskipanini lækkaði. Feløgini vóru ikki fegin um, at dagatalið lækkaði ella at góðu inntøkurnar ikki skulu rinda arbeiðsloysisstuðul av inntøku oman fyri 600.000 kr. Feløgini kundu tó liva við hesi broyting, tí semjan sum varð gjørd innihelt somikið nógv annað gott, at hesin prísur var verdur at rinda. Øðrvísi er hesaferð.
Feløgini halda, at gjaldsfrítøkan fyri inntøku oman fyri 600.000 kr skal avtakast. Spurningurin um, hvat gjørt verður við langtíðararbeiðsleys, má eisini viðgerast í politisku skipanini og við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Vit mugu fyribyrgja, at fólk detta niður ímillum skipanir.
Ansast má sera væl eftir, at landið ikki missur tey arbeiðsleysu. Høgi prísurin fyri fólkaflyting kenna vit frá 1990’unum. Hetta mugu vit ikki endurtaka í dag, tí vit hava aðrar møugleikar og betri amboð og ein arbeiðsloysiskassa, sum hevur nakrar hundrað milliónir krónur.
Vánaligar broytingar
Eins fegin feløgini vóru til broytingarnar í 2009, eins vónbrotin eru feløgini um broytingarnar, sum lagdar eru í løgtingið nú. Inntøkugrundarlagið hjá arbeiðsleysum verður nú aftur somikið vánaligt, at sera ivasamt er, um tey fara at klára seg.
At peningur fossar úr Arbeiðsloysisskipanini er tí, at vit hava stórt arbeiðsloysi. Vit mugu vit ikki ræðast at brúka peningin, sum er í Arbeiðsloysisskipanini. Gerst støðan hættislig, so hevur stýrið og Føroya Løgting aðrar møguleikar at arbeiða við enn at lækka prosentvísa stuðulin. Dagatalið, arbeiðsleys kunna vera í skipanini, má heldur ikki lækka, nú langtíðararbeiðsloysi er veruleiki.
Endamálið við skipanini, og at spara nógv upp í góðum tíðum er júst tí at rindast skal út í verri tíðum. Arbeiðsloysisskipanin er við til at gera føroyska arbeiðsmarknaðin smidligan, og tað vilja vit heldur ikki missa.
Tískil er okkara tilmæli, at uppskotið verður tikið aftur og sent niðan aftur í stýri í Als, sum verður biðið um at viðgera hetta av nýggjum, tí tað tey hava lagt fram kann ikki góðtakast.
Talan er um eitt nógv størri mál enn at fáa kredit og debit at ganga upp í Arbeiðsloysisskipanini. Málið snýr seg um livikorini hjá hundraðtals familjum, sum tíverri eru rakt av arbeiðsloysi.
---------
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Jastrid Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag