Mugu læra at dyrka Føroyar

Tá ið Hans Fróði Hansen av fyrstan tíð fór til USA, hevði hann fingið nokk av Føroyum, men sjónleikarin Jodie Foster broytti hansara hugsan um Føroyar. Og nú heldur hann, at føroyingar skulu læra at dyrka Føroyar

Tá ið Hans Fróði Hansen fyri nøkrum árum síðani fór av landinum fyri at royna seg, vildi hann ikki hoyra ella síggja nakað til Føroyar.

- Eg fór ikki inn á nakra føroyska heimasíðu í fleiri mánaðir, eg tók ikki telefonina, um aðrir føroyingar enn tey nærmastu ringdu til mín, og tá ið fólk í USA spurdu meg, hvaðani eg var, svaraði eg, at eg var úr Íslandi, sigur Hans Fróði Hansen.

- Eg veit í dag, hvat tað var, sum gjørdi, at eg fekk nokk av øllum føroyskum – við undantaki av matinum - og tað eri eg gladur fyri, sigur hann.

Tá ið Hans Fróði Hansen hitti kenda sjónleikaran Jodie Foster, og hon byrjaði at spyrja, hvaðani hann var, og hvar hann var uppvaksin, fekk hann seg ikki til at siga annað, enn at hann var uppvaksin í Føroyum.

- Hon var sera áhugað í at hoyra, hvat og hvar Føroyar vóru, og tá fór eg at hugsa, at kanska var tað ikki so galið at verða úr Føroyum. Eg ringdi heim til onkran av míni nærmastu og bæð tey senda mær bøkur, bókmentur og annan lesna um Føroyar, og síðani havi eg ikki fjalt út yvir, hvaðani eg eri, sigur Hans Fróði.


Føroyar eru eksotiskar

Hans Fróði Hansen heldur, at Føroyar hava óteljandi møguleikar at føra seg fram sum ferðamannaland hjá vælbjargaðum fólki, og hann heldur, at føroyingar vita ikki, hvussu serstakar og eksotiskar Føroyar eru.

- Vit dyrka ikki okkum sjálvi og oyggjar okkara, hví skulu so onnur fólk gera tað, spyr Hans Fróði Hansen

- Hví skulu fólk koma úr øðrum londum, at vitja fuglalívið í Nólsoy, Enniberg ella Vestmannabjørgini, um vit ikki sjálvi gera tað og dyrka tað? Um vit ikki dyrka tað føroyska, dyrka tað vit eru, so kann tað verða skjótt vit detta niðurímillum alt útlendskt og gloyma, hvørji vit eru, og hvar vit koma frá, heldur hann.


Mugu hava positivan anda

Hans Fróði Hansen heldur, at munur er á íslendingum og føroyingum.

- Hyggja vit til dømis eftir Reykjavik, so kanst tú síggja stórt bilafylgi aftaná arbeiðstíð ein fríggjadag fara út úr býnum og út á landið at uppliva náttúruna og tað, hon hevur at bjóða. Heima í Føroyum, síggja vit ein fríggjadag bilafylgi vestur á flogvøllin, har fólk velja at halda vikuskifti uttanfyri Føroyar. Um vit vilja selja Føroyar uttanlands, mugu vit fyrst klára at selja tað til okkum sjálvi, sigur Hans Fróði.

Hann heldur, at ein positivur andi kann gera undurverk.

- Sjálvur trúgvi eg, at tað ber til, at vit føroyingar kunnu gera okkara land til nakað heilt serligt úti í heimi, men uttan ein positivan anda frá hvørjum øðrum og ein vilja at stuðla tí føroyska og hvørjum øðrum í Føroyum, veða Føroyar neyvan nógv meir enn eitt stað fyri krabbagoggur og camping bilar sum ikki vilja gjalda nakað serligt fyri okkara serstøku oyggjar.

- Vit skulu fyrst og fremst gera okkum greitt, at vit eru ein tjóð, eitt tungumál og eitt brand, sigur Hans Fróði Hansen.