Swangah Dangah spældu í vikuskiftinum á LIVA festivalinum á Sevmýri og hava fyrr í ár spælt á millum annað Voxbotn.
- Vit hava spælt nógvar konsertir eftir hondini, og allar eru minniligar uppá hvør sín máta. At sleppa at spæla í Suðri, á einum heilt nýggjum festivali, eru vit øgiliga takksamir fyri. Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit koma runt í landinum við okkara tónleiki.
Rúni Djurhuus segði fyrr í vikuni, at talið av festivalum var kanska vorðið ov høgt. Uni Leitisstein Hansen segði hinvegin, at tað var gott, serliga hjá tónleikarunum, at so nógvir pallar vóru at spæla á.
Les eisini Føroyar klára ikki fleiri festivalar www.in.fo/news-detail/news/foeroyar-klarar-ikki-fleiri-festivalar/
Steen Rói Lorenzen sigur, at teir royna at endurnýggja seg sjálvan, fyri at halda tað frískt og spennandi.
- Vit eru ómetaliga glaðir fyri at spæla í Føroyum, men tað skal ikki nógv til, áðrenn mann hevur yvir booka seg, og endar við at spæla seg og fjepparin troyttan. Tað er sjálvandi ótrúliga feitt hjá okkum, at fólk ynskja okkum at spæla í eyst og vest, men vit eru byrjaðir at hugsa um, at mann verður noyddur at avmarkað seg, soleiðis at mann kann varveita bólkin. Vit royna at hugsa okkum væl um, tá tað kemur til konsertir her heima.
Les eisini Festivalar gott fyri tónleikararnar www.in.fo/news-detail/news/festivalar-gott-fyri-tonleikararnar/
Hvat gera Swangah Dangah so fyri at halda áhuganum hjá fjepparanum?
- Vit leggja extremt stóran dent á, hvat fyri eitt show mann leverar til eina konsert, og vit hava við tíðini roynt at byggja nógv uppá okkara shows. Tað, at kunna undirhalda eina stóra fjøld við sínum egna tónleiki er fantastiskt, men aftur har má mann gera nakað heilt serligt, tá mann spælur ofta, sum t.d. hjá okkum í summar her í Føroyum. Eftir hvørja konsert seta vit okkum niður og gjøgnumganga tað góða og tað ringa við konsertini. Uppá tann mátan kunnu vit verða kritiskir og fáa møguleikan at gera tað enn betur og enn villari til eina aðruferð.
Næst á skránni standa G! og Mítt Land í Keypmannahavn.
- Tað eru trý ár síðan vit spældu á G! Tað var ein av okkara fyrstu stóru konsertum og var við til at sláa Swangah fæst í bøkurnar. Í septembur verður tað so Míttland í Keypmannahavn, og eftir tað fara vit í hálvt við at arbeiða víðari uppá nýtt tilfar.