Útróðrarmaðurin, Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum hevur sínar røtur í Rumenia, men sum gjørdist fulltíðar útróðrarmaður í Føroyum fyri 14-15 árum síðan, vísir á, hvussu ógvuliga umráðandi tað er, at útróðurin fær tær sømdir og teir veiðimøguleikar, sum hesin parturin av fiskivinnuni hevur uppiborið.
- Tað er ofta umborð á teimum smærru bátunum, at ungu dreingirnir fyrstu ferð sleppa at royna seg. Síðan fara nakrir teirra umborð á størri skip og at enda á Vinnuháskúlan at nema sær eina sjóvinnuútbúgving. Verður hetta fyrsta liðið, sum útróðurin er, skorið burtur, missa ungu dreingirnir sambandið við sjógvin og gerast kanska ongantíð fiskimenn.
Doru Tiberiu á Torvlaðnum er sannførdur um, at ein útróðrarmaður og fiskimaður annars noyðist at vera nærlagdur, og tað er umráðandi, at viðkomandi skilir náttúruna. Tað eru mong ár síðan, at rumenarin keypti sær fyrsta bátin - eitt seksmannafar úr Suðuroy - sum hann einsamallur sigldi til Havnar upp á fimm tímar.
- Skulu vit halda fram at fiska, mugu vit ikki missa sambandið við sjógvin og náttúruna. Sjógvurin skal vera okkara vinur og ikki fíggindi. So, einfalt er tað, sigur útróðrarmaðurin, sum í morgin klokkan 07 loysir í 30 fót stóra Stigfjord-báti sínum á Eiði og leggur út á snelluleiðirnar norðanfyri.