Mugu ikki gloyma

Vinafelagið Føroyar - Ísrael skipar fyri minningarløtu um Holocaust í Öström í kvøld.

Í dag er 70 ára dagurin fyri friðingina av fólkunum úr týningarleguni í Auschwitz. Í tí sambandi verður eisini skipað fyri minningarhaldi í Føroyum.

Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 miliónir jødar týndir, umframt at fólk úr øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast henda sorgarleik, er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust.

  

Vinafelagið Føroyar-Ísrael vónar, at hesin stóri sorgarleikur í farnu øld - eisini í Føroyum - fær henda dagin sum ein virðiligan minningardag.

Dánjal Poulsen, næstformaður í Vinafelagnum Føroyar-Ísrael, vitjaði Rás 2 í dag.