Mugu gagnnýta havsins ríkidømi betri

Í kvøld klokkan hálvgum átta fer norski professarin, Torbjørn Trondsen, at leggja fram kanningar og uppskot í sambandi við føroyska fiskivinnu á Fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn.

 

Í kvøld klokkan hálvgum átta fer norski professarin, Torbjørn Trondsen, at leggja fram kanningar og uppskot í sambandi við føroyska fiskivinnu á Fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn.

 

Í samstarvi við Javnaðarflokkin á Fólkatingi var Tórbjørn Trondsen í Føroyum í heyst, har hann tosaði við fiskimenn, reiðarar, politikarar og onnur viðkomandi fólk, eins og hann kannaði roknskapir og lyklatøl hjá føroyska flotanum.

 

Hann hevur nú skrivað eina drúgva greining av støðuni hjá okkara flota, og gjørt uppskot um, hvussu føroyska samfelagið kann fáa størri gagn av havsins ríkidømi.

 

Tórbjørn Trondsen er professari við lærda Háskúlan í Tromsø. Hann hevur drúgvar royndir bæði frá praktiskari fiskivinnu og sum ráðgevi hjá fleiri fiskivinnutjóðum.

 

Tað er Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, ið hevur fingið Tórbjørn Trondsen at gera hesa kanningina, og hann var gestur í tíðindunum á Rás 2 á miðdegi.