Mugu fylgja altjóða krøvum

Bæði føroyskar havnir og flogvøllurin eru noydd at fylgja strongum altjóða trygdarkrøvum. Og tað kostar

Yvirgangsatsóknirnar hendan dagin fyri trimum árum síðani sendu eina sjokkbylgju kring allan heim. Altjóða felagsskapir og flest øll lond í heiminum fóru í felag í holt við at betra um trygdina í sambandi við serliga flogferðslu umframt skipaferðslu osfr. Og í Føroyum verða vit noydd at fylgja við.
? Vit mugu fylgja við. Gera vit ikki, so spyrjast óhepnar fylgjur burturúr, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri í Vágum.
Havnameistararnir í Havn og í Runavík eru á eina máli við flogvallarstjóran: Tað er eingin vegur undan at fylgja altjóða krøvunum.
Øll kannast
Á flogvøllinum í Vágum merktist lítið og einki til fallandi ferðahug millum fólk - heldur tvørturímóti. Men innan trygd merktist yvirgangurin í USA at kalla beinanvegin í Vágum.
? Tað vórðu beinanvegin sett strangari trygdartiltøk í verk. At byrja við skuldu øll vísa samleikaprógv, og øll starvsfólk verða í kannaði, sigur Finnbogi Niclasen.
Neyðugt er ikki longur at vísa samleikaprógv fyri at sleppa á flog, men pilotar, flogternu o.o. verða kannaði, áðrenn tey sleppa umborð á flogførini. Eisini verður hildið vakt við flogførunum allatíðina, tá tey standa í Vágum. Eisini hava fylgjurnar av 11. september yvirganginum merkt nógv meira pappírarbeiði í sambandi við trygdina á flogvøllinum í Vágum, men tað er serliga økta vaktarhaldið, sum fólk kanska leggjas til merkis.
Finnbogi Niclasen heldur, at fólk hava tikið sera væl ímóti øktu trygdartiltøkunum. Hóast fólk at byrja við høvdu lyndi til at gloyma at leggja felliknívarnir í stóra viðføra ella leggja teir eftir heima.
? Fólk eru so von við at ferðast í dag, at tað gongur alt uttan nakrar trupulleikar, sigur Finnbogi Niclasen.
Góðkennast
Flogvøllurin í Vágum er í einari serstøðu. Føroyar eru ikki limir í ES, men flogvøllurin er danskt málsøki, og Danmark er limur í ES. Tískil noyðist Vága floghavn at fylgja ásetingunum hjá ES um trygdarátøk á flogvøllinum. Men flogvøllurin í Vágum skal eisini góðkennast av einari sendinevnd sum triðjalandsfloghavn. Finnbogi Niclasen leggur eina við, at flogvøllurin í Vágum fer at fáa góðkenningina í hús.
Stórar útreiðslur
Í Kastrup lufthavn hevur 11. september millum annað merkt umfatandi øktar útreiðslur til trygd. Síðani yvirgangsatsóknirnar er talið av trygdarfólkum tvífaldað.
Útreiðslurnar til størri trygd í Føroyum eru ikki smáar. Tórshavnar Havn hevur sum nevnt aðrastaðni nýtt næstan tvær milliónir. Av flogvøllinum verður sagt, at øktu trygdartiltøkini hava kostað nógv fleiri arbeiðstímar, og tørvur er á fleiri starvsfólkum. Talan kann gerast um at seta eitt nýtt hegn upp kring allan flogvøllin, og tað fer at kosta fleiri milliónir.