Jan Müller
Viðgerðin av kolvetnisskattalógini í farnu viku varð í stóran mun merkt av, at talan var meira um teknikk enn um politikk, sum eisini fleiri av framsøgumonnunum vístu á.
Fleiri av røðarunum mæltu til varsemi, nú tá reglur, treytir og krøv skulu setast til útlendsku oljufeløgini, fyri ikki at minka um áhuga fyri at leita á landgrunninum.
Jógvan Durhuus, framsøgumaður fyri tjóðveldisflokkin helt fyri, at eru vit ov nærgangandi og ov harðir í prísum, so skoytir eingin um at koma her.
-Og tað setir okkum aftur í samband við skattalógina. Tí mugu vit vera varnir í okkara skattapolitikki: til tann fyrsti dropin er komin ikki at vera ov grammir eftir at fáa nakað, sum eru í tí óvissa.
Hann vísti á, at hetta vóru eisini ráðini, sum føroyingar fingu á eini ráðstevnu í Havn, har m.a. norðmenn greiddu frá sínum royndum.
Positiva viðgerð
Framsøgumaður fólkafloksins, Bjarni Djurholm, helt málið verða merkt meira av teknikki enn politikki. Hann vísti á, at hóast uppskotið vónandi verður karmur um møguligar stórinntøkur til landskassan, so er tað ikki serliga rúgvismikið.
-Hóast útlitini fyri møguligari oljuvinnu á føroyskum øki tykjast góð, so hava vit ikki enn nakra trygd fyri, at møgulig oljavinna í næstu framtíð verður so lønandi,
at oljufeløg fara at vísa okkara leiðum neyðugan áhuga segði tingmaðurin, sum eisini vísti á, at møguligar oljunøgdir og hvussu atkomiligar tær verða, fáa alstóran týdning fyri komandi virksemið.
Eisini prísurin á heimsmarknaðinum hevur avgerandi týdning fyri, nær vit kunnu vænta, at oljufeløgini fara undir royndarboringar og framleiðslu undir Føroyum segði Bjarni Djurholm og helt fram:
-Nú oljuprísurin er komin niður á 8-10 dollarar eru útlitini ivasom. Men finst olja í undirgrundini so hava vit hana til góðar, og fáa vit ikki oljuinntøkur nú, so koma tær fyrr ella seinni, um olja er her.
Hann vísti á, at vit hava fulla ávirkan á, hvussu lóggávuverkið, sum skal regulera virksemið hjá oljufeløgunum, verður fullført. -Oljufeløg hava eitt sera vakið eygað við nettup lóggávuni í teimum økjum tey koma at arbeiða í. Og tí má áseting av skatti og krøvum móti hesum oljufeløgum verða í røttum lutfalli við so mong onnur viðurskifti, tá ræður um at vekja áhugan hjá oljufeløgunum fyri okkara øki, samtíðis sum tað áliggur politiska myndugleikanum at tryggja, at samfelagið fær sum mest burtur úr møguligum inntøkum frá oljuvirksemi.
Talan er tí um at finna røttu javnvágina.
Bjarni Djurholm helt annars ikki, at viðmerkingarnar vóru serliga greiðar. Tær eru heldur torskyldar, og hann mælti til, at tá so teknisk uppskot eru til viðgerðar, at umsitingin ger sær størri ómak, soleiðis at leikfólk á økinum betur skilja, hvat málið snýr seg um.
Tað er greitt, at virksemið, sum verður við Føroyar, fer at gera, at tingið skal samtykkja fleiri lógir, og heitti Bjarni Djurholm á ráðharran um at fáa umsitingina til at taka hetta til eftirtektar.
Hann tók eisini fram spurningin um tvískattasáttmálar og vísti á, at hetta er nakað, sum m.a. oljufeløgini sjálvi hava nevnt sum týðandi fyri teirra virksemi.
Bjarni Djurholm, sum er formaður í Fíggjarnevndini segði, at flokkur hansara fór at geva uppskotinum eina positiva viðgerð í nevndini.