Mugu fáa trýpartasamstarv fyri arbeiðsmarknaðarpolitiskum reformi

Alneyðugt at politisku myndugleikarnar fara í eitt skipað samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um ein arbeiðsmarknaðarpolitiskan reform, við m.a.:
arbeiðsmarknaðardepil, so partarnir á arbeiðsmarknaðinum í størri mun enn í dag kunnu skipa fyri egnum viðurskiftum
skipan av arbeiðsmarknaðar- og vaksnaútbúgvingum,
senior- ella eldraarbeiðsmarknaðarpolitikk,
familjuarbeiðsmarknaðarpolitikk, við betri javnstøðu millum almenna og privata arbeiðsmarknaðin,
skipanir fyri meira rúmligum arbeiðsmarknað fyri førleikaskerd
nýggja arbeiðsumhvørvislóg, eisini fevnandi um psykist arbeiðsumhvørvi.

Tað er undrunarvert, at arbeiðsmarknaðarpolitikkurin ikki tykist at hava nakran serligan áhuga í politisku skipanini. Hóast vit í ólavsøkurøðu løgmans annars fingu eina góða framløgu við nógvum ætlanum um átøk og reformar á nógvum økjum, so var onki um arbeiðsmarknaðin (burtursæð frá einari reglu um inntøkutrygdina).

So er ikki í okkara grannalondum, har ein virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur er eitt høvuðsamboð til at tryggja arbeiðsskapandi vøkstur, menning og fíggjarligt støðufesti móti veksandi avbjóðingum frá altjóðagerð og framhaldandi demografiskum broytingum.

Krøvini til fakligar førleikar skerpast
Serliga hótt eru ófaklærdu arbeiðsplássini í traditionellum framleiðsluvinnum. Arbeiðsloysið er ein høvuðstrupulleiki hjá ófaklærdum og ungum, sum ikki koma í ella detta úr útbúgvingarskipanini. Samstundis verða krøvini til fakligar førleikar hjá tí einstaka alsamt størri, soleiðis at bæði eldri fólk og fólk við skerdum førleika hava tað truplari við at fylgja við og fasthalda støðu sína á arbeiðsmarknaðinum.

Í okkara grannalondum er ein virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur eisini tætt knýttur at vinnupolitikkinum – sum tvær síður av somu søk. Men ikki her hjá okkum. Av tí sama skapa vit óneyðugar trekleikar á arbeiðsmarknaðinum eins og trupulleikar bæði fyri løntakararnar og vinnuna, og vit spilla harvið stórar vakstrarmøguleikar burtur.

Hetta merkir ikki, at onki er gjørt. Tvørturímóti eru stór mál framd seinastu árini, so sum nýggja Arbeiðsskaðatryggingarlógin og nýskipanin av Arbeiðsloysisskipanini. Men hetta eru einstøk, isoleraði tiltøk, sum meira eru framd fyri at bøta um gomul forsømilsi, enn sum liðir í nøkrum arbeiðsmarknaðarpolitikki.

Trýpartasamstarv ikki bara ynskiligt men neyðugt
Í Føroyum er onki skipað samstarv og oftast vánaligt stev millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og politisku skipanina. Hugburðurin frá politisku skipanini er ofta merktur av diktati, at lóggeva og gera fyriskipanir fyri arbeiðsmarknaðin, uttan at hesin er aktivur viðspælari. Og hugburðurin frá pørtunum á arbeiðsmarknaðin er ofta negativur fyri ikki at siga grenjutur, tá arbeiðsmarknaðarpolitisk tiltøk koma á dagsskránna.

Hetta mugu vit burtur frá: tað er av størsta týdningi at fáa skipað eitt sonevnt trýpartasamstarv – sum í øllum hinum norðanlondunum er eitt sterkt, siðbundið, vælskipað og virkið samstarv millum politisku myndugleikarnar og partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Onkur sigur, at tað nyttar onki her hjá okkum, tí tað hava vit roynt onkuntíð fyrr, t.d. við einum sonevndum arbeiðsmarknaðarráði, og tað kom ongantíð at virka. Men so hava vit dugað ov illa at fyriskipað, og kanska hevur tað eisini skortað uppá ein góðan vilja. Vit koma ikki uttanum, at í dag krevst eitt slíkt samstarv fyri at loysa tær ovurstóru samfelagsligu avbjóðingarnar – skal tað bera til, líka mikið hvat fyri øki vit tosa um, so krevst, at partarnir noyðast at samstarva.

Arbeiðsmarknaðardepil fyrsta stigið
Landsstýrið hevur eitt uppskot liggjandi til at skipa ein arbeiðsmarknaðardepil. Fyrsta stigið til eitt skipað trýpartasamstarv hevði verið at tikið hetta framaftur og framt tað sum eitt felags mál fyri allar partar. Endamálið er at partarnir á arbeiðsmarknaðinum í størri mun koma at skipa fyri og taka størri ábyrgd av egnum viðurskiftum. Her verður hugsað um so sentralar skipanir sum ALS, fasta Gerðarrættin, Barnsburðarskipan, Samhaldsfasta, Frítíðargrunnin, Trygdargrunnin fyri lønir og avreiðingar – og so eina komandi arbeiðsmarknaðarútbúgvingarskipan

Arbeiðsmarknaðarútbúgvingarskipan
Eitt átrokandi høvuðsmál at fremja í Føroyum er at fáa ein sentrala skipan fyri arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Í løgmansrøðuni varð nógv tosað um útbúgvingar – útbúgvingar av alra handa slag til allar møguligar bólkar – uttan ein: nevnliga arbeiðsmarknaðarútbúgvingar fyri tey ófaklærdu. – ella tilkomin, sum ikki hava fingið aðra skúlagongd enn fólkaskúlan. Hetta eru tey, sum eru harðast rakt av arbeiðsloysinum og sum fáa tað verri og verri við at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum í komandi árum, tá krøvini til útbúgving og fakligan førleika gerast størri og størri. Í dag eru bert einstøk fakfeløg og vinnufeløg, sum hava avtalur um smávegis skeiðsmøguleikar. Tað sum manglar er ein samanhangandi og sentral arbeiðsmarknaðarútbúgvingarskipan – bæði við styttri skeiðum og longri førleikagevandi útbúgvingum fyri ófaklærd.

Arbeiðsmarknaðarútbúgvingargrunnur
Men tað nyttar onki, bara at bjóða fólki, sum eru í vinnu og hava allar dagligar fíggjarligar skyldur, at tey kunna fáa frí at fara aftur í skúla. Treytin fyri, at tað skal kunna virka, er tað eisini verður ein fíggingarskipan, ein útbúgvingargrunnur, sum ikki bara fíggjar skúlagjaldið, men eisini kann gjalda fólki dagpengar, meðan tey eru á skúlabonki. Einstøku fyritøkurnar og stovnarnir kunnu ikki hvør sær fíggja hetta, til tess eru tey ov ymisk til støddar, og summi vinnuøki alt ov illa fyri – kanska júst har sum tørvurin á førleikamennandi útbúgvingum er størstur. Tí má ein slíkur útbúgvingargrunnur fyri arbeiðsmarknaðin fíggjast á samhaldsfastan hátt, á sama hátt sum t.d. barnsburðarskipanin, við føstum promillugjaldi av hvørjari lønarkrónu – við einum hóskandi innskotið frá tí almenna.

So tey sum hava fíggjað, eisini koma uppí part
Tað hevði verið upplagt, at slík útbúgvingarskipan og tilhoyrandi útbúgvingargrunnur vóru løgd undir ein komandi arbeiðsmarknaðardepil at fyriskipa. Á henda hátt kunnu so eisini øll tey við ongum ella ófullfíggjaðum fakligum førleikum - men sum við sínum dagliga arbeiði gjøgnum árini hava verið við til at fíggja útreiðslurnar av øllum útbúgvingarverkinum - eisini fáa lut í útbúgvingar- og førleikamenningini í samfelagnum.

Íslendska skipanin um vaksnaútbúgvingar
Tórsdagin í farnu viku skipaði Altjóða Skrivstovan (vegna NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru) fyri sera áhugaverdum fyrilestrum og bólkaarbeiði um arbeiðsmarknaðar- og vaksnaútbúgvingar. Umboð fyri tveir høvuðsstovnar í íslendsku vaksnaútbúgvingini greiddu frá, hvussu teirra skipan var blivin ein eydnusøga, serstakliga nú íslendski búskapurin fór um koll og arbeiðsloysið fleirfaldaðist.
Ov drúgt verður at greiða frá íslendsku skipanini, men har vóru upplagt nógv at læra av hjá okkum. Sum teir avgerandi tættirnir vil eg nevna:
at førleikamenningin av vaksnum varð skipað í samstarvið millum politisku myndugleikarnar og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, eisini viðv. fíggingini,
at ein sentralur Arbeiðsmarknaðardepil samansjóðaði hetta trýpartasamstarvið og fyriskipaði førleikamennandi útbúgvingarnar
at lokalar eindir høvdu uppsøkjandi virksemi á fyritøkum og stovnum
at ein góðkenningarskipan tryggjaði fólki førleikastig fyri vunnar kompetansur, til at betra støðuna í arbeiðslívinum ella til at opna dyr til framhaldandi útbúgvingar.

Arbeiðsmarknaðarreformur við fleiri tættum
Her verður ikki rúm fyri at fara longri við viðgerðini av teim ymisku tættunum, sum umframt arbeiðsmarknaðardepil og arbeiðsmarknaðarútbúgving vóru nevndir í byrjanini av hesi grein, so sum
nýggj arbeiðsumhvørvislóg, har okkara er afturútsilgd, og m.a. onki hevur um psykist arbeiðsumhvørvi,
eldra- ella senior-arbeiðsmarknaðarpolitikkur, sum kann gera tað møguligt at vera virkin longst møguligt við einum lagaligari og líðandi skifti frá arbeiðslívi til pensjonist,
ein meira familjurættaður arbeiðsmarknaðarpolitikkur, sum kann gera tað lættari at fáa familjulív og arbeiðslív at hanga saman, m.a. við foreldrafarloyvisskipanum. Sjálvsagt skal barnsins fyrsti sjúkradagur hjá tímaløntum fáast upp á pláss beinanvegin.
og so fremja neyðug tiltøk fyri einum meira rúmligum arbeiðsmarknaði, so eisini fólk við skerdum førleika í mest møguligan mun bæði kunnu fáa útbúgvingartilboð og fáa eitt fast tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Áheitan á landsstýrið at taka neyðug stig
Tað gevur ikki tann neyðuga dynamikkin á arbeiðsmarknaðinum, í vinnulívinum, í samfelagsligu menningini, at sita og putla við einum átaki nú og einum øðrum tá, alt eftir hvat leikar harðast á. Tí eiga vit at seta okkum fyri einum samanhangandi og framrættaðum arbeiðsmarknaðarpolitikki – ikki minst við tí fyri eyga, at fáa politikkarar, fakfeløg og vinnulív at arbeiða betri saman - ikki tilvildarliga um áleikandi mál, men miðvíst fyri felags gagni og fyri at kunna standa okkum sum eitt gott og trygt samfelag móti teim stóru vinnuligu, búskaparligu og vælferðarpolitisku avbjóðingunum fyri framman.

Eg vil heita á landsstýrisfólkini í vinnumálum, mentamálum og fíggjarmálum, sum ávikavist varða av arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, útbúgvingarskipan og fíggjarviðurskiftum um at taka stig til at fáa arbeiðið við einum arbeiðsmarknaðarpolitiskum reformi á politisku arbeiðsskránna - byrjandi við at fáa skipað Arbeiðsmarknaðardepilin og leggja lunnar undir eina útbúgvingarskipan fyri arbeiðsmarknaðin.