Fiskiskapur
- Vit eiga ikki at vera bangin fyri at taka spurninginin upp við íslendingar.
Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum, er samdur við Atla Hansen í, at tað er alt ov stórur ójavni í fiskivinnusamstarvinum ímillum føroyingar og íslendingar.
Í greinini omanfyri vísir Atli Hansen á, at í ár hava íslendingar fiskað svartkjaft undir Føroyum fyri einar 200 milliónir krónur, men at vit valla fiska ein stert undir Íslandi.
Og Hendrik Old er samdur í, at býtið er so skeivt, at spurningurin eigur at verða tikin upp.
Hann heldur eisini, at vit hava so gott samband við íslendingar, at vit eiga heldur ikki at vera bangin fyri at taka spurningin upp mitt í árinum, hóast broytingar kanska ikki kunnu gerast fyrrenn á nýggjárinum, tá ið ein nýggj avtala verður gjørd.
Formaðurin í vinnunevndini heldur, at avtalan ímíllum Føroyar og Ísland eigur at verða gjørd so liðilig, at tað ber til at gera broytingar í, tá ið bytið verður so út av lagi, sum tað er nú.
Tí heldur hann, at hetta er ein spurningur, sum samgongan eigur at taka upp, tó at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður átti at verið tann fyrsti at tikið málið upp.
- Eg haldi, at hetta er eitt av teimum málum, sum tað hevur skund at taka upp, sigur Hendrik Old.Verður málið ikki tikið upp, kunnu íslendingar rópa seg upp á søgulig rættindi og tá kann tað vera serstakliga trupult at broyta nakað.
Men, hvussu tað skal gerast, veit Hendrik Old ikki enn.
- Ein máti er at avmarkað íslendska fiskiskapin undir Føroyum, men ein annar máti er at útvega føroyingum størri rættindi undir Íslandi, kanska av botnfiski.
- Men tað eru spurningar, sum vit eiga at taka upp við íslendingar og íslendingar ganga ikki í so smáum skóm, at tað ikki ber til at tosa við teir um trupulleikan, staðfestir Hendrik Old.
Vit fingu annars ikki fatur á Birni Kalsø, landsstýrismanni í fiskivinnumálum.