Blokkurin
-Hvørja støðu hevur størsti andstøðuflokkurin á tingi til blokkin úr Danmark?
-Vit hava eitt langsiktað mál um, at blokkurin skal avviklast. Men tað málið snýr seg um, at tær blokkstuðulsinntøkur vit í dag hava, skulu avloysast av inntøkum, sum tað føroyska samfelagið, vinnulívið er ført fyri at tjena inn. Beint nú dugi eg ikki at síggja, at man hevur sum so skapt møguleikar fyri at føroyskt vinnulív skal kunna tjena eina milliard kr. meira, sum blokkurin í dag er verdur.
Jóannes Eidesgaard sigur seg annars sakna í tí politiska tjakinum um sjálvstýri og avvikling av blokki, hvat man vil seta ístaðin fyri blokkin. -Tekur tú blokkin burtur eru tveir vegir at ganga: tann milliardin, sum er virði av blokkinum, er hóast alt ein triðingur av inntøkunum á fíggjarlógini. Hesa ?blokkmilliardina? kanst tú antin tilsvarandi spara á úttreiðslusíðuni, og tað vil vera ein vanlukka fyri tað føroyska samfelagið. Hin møguleikin er at útvega aðrar inntøkur, sum svara til upphæddina á blokkinum. Tað er perspektivríkt, tað er politikkur. Men tað krevur, at menn seta seg niður og siga, hvussu kunnu vit menna tað føroyska vinnulívið, fiskivinnuna - til at kunna kasta tað meira av sær, sum blokkstuðulin í dag er.
Satsa uppá fiskivinnuna
-Vil tað siga, at tað bara kann vera ein komandi oljuvinna, sum kann borga fyri hesum?
-Nei. Eg haldi vit skulu satsa uppá tað, sum vit í løtuni hava, tvs. eina føroyska fiskivinnu. Taka vit konseptið, sum John Smith hevur arbeitt við í mong ár, liggur eitt veldugt potentiale í fiskivinnupolitikkinum framvegis.
-Hvat sipar tú her til?
-At vit fara út á marknaðin og finna út av, hvørji produkt hann vil geva mest pengar fyri. Og so bakkar tú gongdina og sigur: hvussu kunnu vit í Føroyum lata ta vøruna og til tað góðskustøði, sum marknaðurin krevur. Har hava vit nakrar stórar trupulleikar eitt nú við feskleikanum og síðani er tað allur problematikkurin við flotanum, við flutningi av fiskinum, distributión.
Jóannes Eidesgaard ásannar, at fiskivinnupolitikkurin í dag er sera leysur, ov lítið formuleraður og ov lítið málrættaður. -Hann trongir til eina rættiliga ?uppsjeining?.
Fiskivinnupolitikkin stýrdan inn á beina kós
-Kemur javnaðarflokkurin so at reka ein meira málrættaðan og virknan fiskivinnupolitikk í andstøðu?
-Ja, avgjørt. Tað er sera umráðandi at fáa fiskivinnupolitikkin stýrdan inn á eina beina kós. Eg haldi, at fiskvinnupolitikkurin í Føroyum ber bráð av, at nú er umráðandi at yvirliva eitt ár við friðingum ol. Nú mugu vit taka annað skinn um bak, um vit í heila takið skulu tosa um meiri sjálvstýri og at standa á egnum beinum. Fiskivinnupolitikkurin má hereftir verða eitt mál, sum tú setir tær fyri í einum tíðarskeiði uppá 10-15 ár - hvat tú ætlar tær at røkka uppá ta tíðina og so arbeiðir miðvíst uppá tað. Hetta eigur tú at gera við breiðum politiskum semjum, soleiðis at ein nýggj samgonga ikki kolveltir alt og byrjar uppá nakað nýtt aftur.
-Tað er sera týdningarmikið, at fiskivinnupolitikkurin fær ein møguleika til at finna seg sjálvan, áðrenn vit koma inn í eina oljuvinnu, tí annars missa vit hann heilt á gólvið. Vit mugu gera fiskivinnuna til eina attraktiva vinnu, sum eisini megnar at halda uppá sína arbeiðsmegi.
Vit spurdu formannin í javnaðarflokkinum, hvørja ávirkan tað fer at hava á allan sjálvstýrisspurningin, um vit finna nógva olju her!
-Tað búskaparliga frælsið, sum ein oljuídnaður hevði kunnað givið føroyingum er so avgjørt ein fortreyt tann positiva vegin fyri meiri sjálvstýri.
Jóannes Eidesgaard sigur seg annars framvegis sakna mest í samgonguskjalinum, hvat tað eru fyri einar suverenar Føroyar, sum ætlanin er at bjóða føroyska fólkinum.
-Eg dugi ikki at ímynda mær einar suverenar Føroyar, sum búskaparliga ikki klára at standa á egnum beinum, so oljuinntøkur fara avgjørt at skapa betri fortreytir fyri víðari sjálvstýri.