Nú fíggjarlógaruppskotið er komið aftur úr fíggjarnevndini eru tilsamans 52 milliónir skornar av játtanini til almannamál. Játtanin til fólkapensjónir er lækkað við 15 milliónum, 10 milliónir minni skulu setast av til fyritíðarpensjónir og 4,5 milliónir vera minni á kontoini til forsorg.
Páll á Reynatúgvu sigur, at tølini frá fíggjarnevndini ikki samsvara við metingarnar hjá Almannamálaráðnum, og tí fara tey nú at eftirkanna tølini.
- Vit fara beinanvegin at eftirkanna tølini, og ætli eg mær at hava eina nýggja meting klára til 2.viðgerð av fíggjarlógini, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann vísir á, at talan er um lógarbundnar útreiðslur, og tí vísir tað seg, at tølini frá fíggjarnevndini ikki halda, mugu antin meira pengar játtast, ella mugu lógarbroytingar gerast.
Landsstýrismaðurin í almannamálum sigur, at Almannamálaráðið sendi fíggjarnevndini síni tøl, men nevndin hevur ikki valt at fylgja hesum metingunum, staðfestir Páll á Reynatúgvu, ið fekk fíggjarlógarálitið fríggjamorgunin.
Í sínum áliti mælir meirilutin í fíggjarlógini til at 11 milliónir kunnu sparast av útreiðslunum til dagpeningaskipanina. Hetta skal gerast við at broyta lógina um karensdagarnar.
Eldraøkið framvegis høga raðfesting
Samtíðis sum samlaða játtanin til almannamál er skerd við 52 milliónum fegnast Páll á Reynatúgvu um, at eldraøkið framvegis er raðfest høgt í samgonguni.
- Eg fegnist um, at tær uppraðfestingar á almanna- og serliga eldraøkinum, ið vóru settar á fíggjarlógaruppskotið, framvegis eru at síggja, nú uppskotið kemur aftur úr fíggjarnevndini, sigur Páll á Reynatúgvu.
Sambært álitinum hjá meirilutanum hjá fíggjarnevndini fara 1,2 milliard krónur av fíggjarlógini næsta ár til almannaøkið.










