Mubarak kann ákærast fyri harðskap

Í Egyptalandi hevur ein serlig nevnd skuldsett fyrrverandi forsetan og fyrrverandi innanríkisráðharrin kunnu ákærast fyri harðskap ímóti mótmælisfólki. Nevndin hevur skuldsett fyrrverandi forsetan Hosni Mubarak og fyrrverandi innanríkisráðharran Habib al-Adli fyri at hava havt ábyrgdina av, at fleiri fólk doyðu undir mótmælistiltøkunum fyrr í ár. Tað skrivar blaðið Al Ahram.

Nevndin, sum hevur skuldsett teir báðar, varð sett til at kanna harðskapin hjá myndugleikunum ímóti mótmælunum, sum at enda noyddu forsetan frá. Nevndin hevur nú handað almenna ákæranum sína frágreiðing, og sum skilst er niðurstøðan, at fyrrverandi forsetin og fyrrverandi innanríkisráðharrin kunnu ákærast fyri harðskap.

Sagt verður, at meiri enn 30 fólk doyðu, og at fleiri túsund fingu skaða, tá løgreglan skjeyt eftir mótmælisfólki. Fleiri leiðandi menn innan løgregluna sita í varðhaldi, og teir verða væntandi eisini skuldsettir fyri harðskap ímóti mótmælisfólki.