Mubarak-hjúnini vilja hava grið

Fyrrverandi egyptiski forsetin Hosni Mubarak og kona hansara, Suzanne, ætla sær eftir øllum at døma at biðja egyptiska fólkið um umbering. Samstundis ætla tey sær at lata tí almenna sínar ognir.

Tað skrivar tað óhefta blaðið al-Shorouk frá egyptiskum og arabiskum embætismonnum. Sum skilst vænta hjúnini, at myndugleikarnir fara at játta teimum grið afturfyri.

Sum skilst er gamli forsetin í ferð við at skriva eitt bræv, sum skal lesast í egyptiskum og arabiskum sjónvarpi.

Hosni og Suzanne Mubarak eru 83 og 70 ára gomul. Tey hava verið á einum sjúkrahúsi í Sharm el-Sheikh, síðani Hosni fekk trupulleikar við hjartanum, og har heldur løgreglan eyga við teimum.