Fyrrverandi egyptiski forsetin Hosni Mubarak er aftur í dag í rættinum í Kairo, har hann er ákærdur fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki. Harafturat er hann ákærdur fyri svik.
Longu á tí fyrsta rættarfundinum segði Mubarak, at hann noktar seg sekan, og í dag hevur hann lagt ákæruvaldið undir at hava falsað ákærutilfarið.
Hosni Mubarak hevur ligið á sjúkrahúsi ta seinastu tíðina, og eisini í dag kom hann í rættarhølið á einari børu. Synir hansara, Gamal og Alaa, sum eisini eru ákærdir, royndu at fjala seg fyri myndatólunum, skrivar Reuters.
Umframt Mubarak og synirnar eru fyrrverandi innanríkisráðharrin Habib al-Adly og seks fyrrverandi løgregluyvirmenn ákærdir fyri dráp í sambandi við uppreisturin ímóti Mubarak-stýrinum fyrr í ár.










