Mr. Pilot fleyg sín seinasta túr

Hann hevur flogið túsundtals tímar og túsundtals tímar millum Føroyar og Danmark. Men nú fellur hann fyri aldursmarkinum.
Kendi flogskiparin hjá Atlantsflogi, Hans Hansen fylti í gjár 65 ár, og lendi fyri seinastu ferð við ferðafólkum kl. 13:56.

Flogsøga

Vágar: Hetta var sum einhvør annar mikudagur. Klokkan er farin at nærkast 13:56 og har eysturi hóma vit flogfarið.
Tað ger klárt at seta seg, ella ...? Nei, tað kemur ongatíð so langt niður sum til at seta seg.
Ístaðin fyri heldur tað leiðina út móti Sørvágsfirði og hvørvur síðani í luftbrúnni. Ein løta gongur, og nú sæst frogfarið aftur har eysturi. Hesaferð í rættari hædd.
Løtu seinni hevur tað sett seg. Ferðafólkini koma út aftanfyri, men har frammi verður stigin settur fram til starvsfólkini umborð. Og tað er ikki uttan orsøk.
Flogskipari henda túrin er eingin annar enn Mr. Pilot, alias Hans Hansen, sum seinnapartin í gjár fleyg sín seinasta túr úr Danmark til Føroyar við Atlantsflogi.
Hetta var eisini dagurin, tá hann fór um tey 65 árini. Hesin merkisdagurin merkir eisini, at hann ikki longur hevur loyvi til at flúgva við ferðafólki.
Tí var talan um eina serstaka løtu hjá Hansi, Atlantsflogi og føroysku flogsøguni í síni heild. Hans hevur sum nakar verið við til at mynda føroyska flogfelagið, síðani tað fór til verka fyri eini 18 árum síðani.
Hesi árini hevur hann flutt túsund og aftur túsund ferðafólk. Og hann hevur haraftrat eisini havt eitt stórt tal av starvsfelagum við sína lið í cockpittinum.
- Eg havi mangan flogið saman við honum millum Føroyar og Danmark. Og tað hevur verið sera góðar løtur har frammi í cockpittinum, sigur ein av flogskiparunum hjá Atlantsflogi, Jákup Winther Lauritsen.
Hesin var sjálvandi eisini á vøllinum, tá Hans lendi á seinasta sinni fyri Atlantsflog.

Offraði seg fyri felagið
Seinnapartin í gjár var ein hópur av fólki savnaði saman á flogvøllinum fyri at heiðra aldursforsetan í Altantsflogi.
Millum hesar var Jákup sjálvur, og sum hevur verið flogskipari í sjey ár.
Og fyri hann er eingin ivi um, at Hans hevur havt sera stóran týdning fyri flogfelagið, flogskipararnar og starvsfólkið annars.
- Hans hevur sjálvandi verið við til at lagt lunnar undir Atlantsflog. Og hann hevur eisini offrað ótrúliga nógv fyri felagið.
- Hann hevur lagt bæði lív og sál í sítt arbeiði. Ja, tað hevur hann gjørt allan vegin ígjøgnum, sigur Jákup.

Ábyrgd og ídni
Jákup Winther Lauritsen hevur somuleiðis flogið mangan túrin saman við Hansi á Føroyaleiðini.
Fyri hann og hinar flogskipararnir hevur Hans verið líkasum ein fyrimynd fyri ábyrgdarfulla arbeiðið sum flogskipari.
- At flúgva saman við honum er fínasta slag, sigur Jákup.
Onnur starvsfólk á flogvøllinum siga tað sama: Hans er fryntligur, profesjonellur og sera íðin í arbeiði sínum.
Tí er tað ein royndur og vælumtóktur flogskipari, sum nú gevst at flúgva við ferðafólkum.
Men skal ein trúgva honum sjálvum, so ætlar hann ikki at leggja stýripinnin til flogfarið frá sær í bræði.
Í einum hangari stendur hansara egna Cessna-flogfar!