Moyggjabita-plága

Stórur partur av føroyska ferðalagnum á Rhodos er komið eftir, hvussu irriterandi smáu flogkyktini á oynni kunnu vera. – Hvørjir oyggjaleikir hava havt sína sjúku ella plágu at dragast við. Og hesir moyggjabitarnir eru heilt víst plágan her á Rhodos, sigur Sølvi Winther Olsen, lækni. Hann hevur higar til givið eina rúgvu av salvu til ítróttarfólkini, eins og onkur eisini hevur fingið pensilin, tí bruni er komin í hesi.