Venjarin hjá Everton, David Moyes, er nú so troyttur av verjuspælaranum Joleon Lescott, at hann fer at selja hann. Manchester City hevur dyrgt óført eftir Lescott, men Moyes hevur noktað fyri at selja hann. Men efti keðiligan hugburð og vánalig avrik fyri Everton og dystunum higartil í kappingin, hevur Moyes gjørt av, at felagið fer at selja Lescott. Og einki er at ivast í, at Manchester City stendur til reiðar við kekkheftinum.










