Skotski venjarin, David Moyes, sum á sumri í 2013 avloysti sjálvan Sir Alex Ferguson í Manchester United, varð ongantíð nøkur success í enska stórfelagnum. David Moyes helt ikki kappingarárið út á Old Trafford, tí fáar dystir undan at kappingin endaði, fekk skotski venjarin sekkin.
Eftir tíðina í Manchester United, hevur David Moyes roynt seg í Spania, har hann vandi Real Sociedad, sum heldur ikki varð nøkur success.
Men nú eru góð útlit fyri, at David Moyes aftur verður at síggja í Premier League. Bretskir miðlar skriva nevniliga í dag, at David Moyes er favorittur at taka yvir í Sunderland, sum í næstum skal hava nýggjan venjara, av tí at núverandi venjarin, Sam Allardyce, innan stutta tíð verður kunngjørdur sum enskur landsliðsvenjari.
53 ára gamli David Moyes hevði fyri nøkrum árum síðani stóra success tá hann vandi Everton. Hann var venjari í Everton árini frá 2002 til 2013.