Movtis vælumtóktir í heimlandinum

Tað gongur væl hjá svensku Movits, sum verða at hoyra á G! Festivalinum í ár.

Bólkurin hevur júst givið út nýggju fløguna, Ut Ur Min Skalle, og er í tí sambandinum á konsertferð í USA og Kanada, har nýggja fløgan hevur fingið góða móttøku, m.a. við góðum ummæli í New York Post.

 

Heima í Svøríki gongur tað eisini væl og Ut ur min skalle er komin inn á album topp 10 listan.

 

Í summar fáa føroyingar møguleikan at uppliva bólkin á Gøtusandi.

 

kelda: gfestival.fo