Starvsnevndin hjá FSF hevur viðgjørt kæru frá KÍ, og eftir hetta er málið nú lagt til Aganevndina.
- Vit hava fingið eina løgfrøðisliga meting av málinum. Vit hava latið hesa til Aganevndina, og vit hava biðið Aganevndina tikið støðu til, um nevndin metir seg eiga at viðgera hetta málið, sigur Høgni í Stórustovu.
Sum skilst, so hevði Aganevndin fund um málið longu í gjárkvøldið, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa uppspurt, um nevndin fer undir viðgerð av ítøkiliga málinum ella ikki.










