Mourinho ynskir tillukku

Chelsea venjarin, Jose Mourinho, er vanliga ikki maðurin, sum nýtir ov nógvar rósur til mótstøðuna. Men hann nýtti kortini vikuskiftið til at ynskja Manchester United tillukku við meistaraheitinum. Men hann rósti tó samstundis sínum egnu spælarum. – Alt árið hava spælararnir stríðst móti øllum. Teir eru veruliga hetjur, og sjálvur eri eg meira errin í dag, enn eg var, tá vit vórðu meistarar í fjør og í fyrraárið.