Tað gekk upp á stás hjá Chelsea í Premier League hetta kappingarárið. José Mourinho og hansara menn løgdu seg á odda beinanvegin í kappingini, og hendan oddasessin varðveitti London-felagið kappingarárið út. Ongin ivi er um, at Chelsea ætlar sær eitt nýtt meistaraheitið komandi kappingarár, tí at liðið skal styrkjast, sigur José Mourinho, Chelsea-venjari.
- Fyrst og fremst vil eg varðveita kjarnuna á liðnum. Men eg haldi, at vit hava tørv á trimum nýggjum leikarum til komandi kappingarárið. Ein verjuleikara, ein miðvallara og ein framherja. Framherjan skulu vit hava, tí at vit mistu Drogba, sigur José Mourinho við bretska Daily Express.
- Vit keypa nýggjar leikarar fyri at skapa kapping um plássini og seta teir leikarar, sum longu eru í felagnum, undir eitt størri trýst, sigur Mourinho at enda.










