Mourinho verður helst venjari hjá Inter

Inter-venjarin Roberto Mancini lat eina bumbu bresta eftir tíðindafundin á San Siro ígjár, tá Liverpool hevði sigrað á Inter. ?Eg veit, at eg havi 4 ár eftir av mínum sáttmála, men teir næstu 2 1/2 mánaðarnir verða teir síðstu mánaðarnir hjá mær, sum Inter-venjari.? segði Roberto Mancini við fjølmiðlafólk. Favorittur til at loysa Roberto Mancini av, er fyrrverandi Porto og Chelsea-venjarin José Mourinho. Mourinho er fyrr settur í samband við Inter. Noktar Mourinho at gerast Inter-venjari, so eru Rafael Benitez og Cesar Prandelli bestu boðini uppá ein nýggjan Inter-venjara skrivar kenda italska ítróttarblaðið Gazetta Dello Sport