Sjálvt um tað hevur veirð greitt í eina tíð, varð Jose Mourinho alment presenteraður í Chelsea í dag.
Tá hann kom til Chelsea fyrstu ferð í 2004, kallaði hann seg »The Special One«. Hesaferð gjørdist tað til eitt meira avmarkað »I am the Happy One«.
- Eg eri lukkuligur, tíðin flýgur. Nógv er hent í mínum professionella lívi síðani eg byrjaði her seinast, men eg havi somu náttúr, eg havi sama hjarta og eg havi somu kenslur, tá tað kemur til fótbólt, men eg eri ein annart persónur, segði Jose Mourinho.
- Eg hoyri alla tíðina, at eg varð koyrdur, men tað passar ikki. Nógv trúgva mær ikki, men vit vóru samdir um tað. Vit hildu, at tað var tað besta fyri meg og felagið. Tað var trupult fyri okkum bæði. Tað eru betri treytir nú fyri at fáa sukkse og faa tað, vit vilja, nevniliga stabilitet, segði Jose Mourinho.










