Tað verður nógv gitt og spekulerað um, hvør verður nýggi venjarin hjá Chelsea, eftir at Andre Villas-Boas varð koyrdur sunnudagin.
BBC Sports hevur hugt eitt sindur eftir, hvør kann hugsast at taka yvir, og eitt sindur óvæntað hevur viðurkendi miðilin fyrrverandi venjaran, Jose Mourinho sum favoritt at taka yvir aftur á Stamford Bridge.
»The Special One« er ikki nøgdur í Real Madrid, hóast liðið er 10 stig framman fyri Barcelona. Heldur ikki hevur Mourinho dult fyri, at hann fegin vil sleppa aftur til enskan fótbólt. Skoytast kann upp í, at sambært Daily Express fer Mourinho at seta krøv til Abramovich, skal hann aftur til Stamford Bridge: 12 milliónir pund í løn um árið, og Christiano Ronaldo við frá Real Madrid.
Meðan BBC Sports hevur Jose Mourinho til odda 2/1, kemur Pep Guardiola inn sum nummar tvey við odds 4/1.
Sambært enskum miðlum er Guardiola tann venjarin, sum Abramovich helst sær taka yvir á Stamford Bridge, og hann er tøkur í summar. Guardiola hevur vunnið alt við Barcelona, og tað kundu sæð út til, at bæði felagið og hann treingja til nýggjar avbjóðingar.
Guardiola skrivar helst bert eitt-ára sáttmálar, og er tí leysur í Barcelona í summar.
Av øðrum venjarum nevnir BBC Sports eisini Rafael Benitez (4/1), Fabio Capello (6/1), Roberto di Matteo (5/1) at halda fram og David Moyes (12/1). Eisini fraklendingarnir Didier Dechamps (16/1) og Laurent Blanc (20/1) verða nevndir.
Robert di Matteo verður ætlandi venjari hetta kappingarárið á tamb.