Mourinho letur væl at Zlatan

José Mourinho fegnast um, at hann aftur hevur Zlatan Ibrahimovic í hópi sínum.

Eitt av feløgunum, ið hevur gjørt mest um seg uttanfyri evropeiska fótbóltskappingarárið, er enska Manchester United. Síðani Premier League endaði í mai hevur United ognað sær karismatiska og umstrídda José Mourinho sum venjara, og nakað av tí fyrsta, sum Mourinho gjørdi á leikaramarknaðinum var, at hann heintaði ikki minni karismatiska Zlatan Ibrahimovic til felagið.

 

Zlatan er nýliga byrjaður at venja við hjá Manchester United eftir longda summarfrítíð eftir EM-endaspælið í Fraklandi. José Mourinho fegnast um, at Zlatan Ibrahimovic aftur er partur av hópi hansara. Áður hava portugisin og sviin samstarvað í italska Inter.

 

- Zlatan er ein leikari við stórum sjálvsáliti og egoismu, men tað er upp á tann góða mátan. Tá ið hann er saman við restini av leikarunum í hópinum er hann eyðmjúkur og blíður mótvegis liðfeløgunum, sigur José Mourinho í samrøðu við sjónvarpsrásina hjá Manchester United, MUTV.

 

- Zlatan er ein framúr góður spælari. Hann kann alt á vøllinum - nógv annað enn bara at skjóta mál. Hann hevur stóra ávirkan á okkara venjingar, sigur Mourinho at enda.

 

Zlatan Ibrahimovic umboðar møguliga Manchester United fyri fyrstu ferð um eitt bil, tá ið Manchester United spælir venjingardyst ímóti turkiska Galatasaray. Dysturin byrjar klokkan 17.30. Og lagnunnar speisemi, so verður dysturin spældur í Göteborg í Svøríki - heimlandið hjá Zlatan Ibrahimovic.