Tað er ikki fallið í góða jørð hjá José Mourinho, venjara hjá Manchester United, at fyrrverandi miðverjin hjá Liverpool, Jamie Carragher, hevur úttalað seg um enska áleyparan, Marcus Rashford.
- Eg ivist um Marcus Rashford nakrantíð verður høvðusáleyparin hjá Manchester United. Hann kemur altíð at standa í skugganum av Romelu Lukaku. Tí vænti eg, at hann má skifta felag fyri at fáa fasta spælitíð á sínum plássi, segði Jamie Carragher millum annað í kjaksending á Sky Sports.
Í dag hevur Manchester United havt tíðindafund, og José Mourinho var klárur við aftursvarinum. Hann hálaði fram ein pappírslepa og ramsaði upp allar minuttirnar, sum Marcus Rashford hevur spælt fyri Manchester United undir hansara leiðslu.
Hann kom fram til, at Marcus Rashford spældi 53 dystir í 2016/17, og 52 dystir í 2017/18. Samanlagt er tað 5.744 minuttir yvir 105 dystir. Tað svarar næstan til 64 fullar dystir, segði venjarin hjá Manchetser United millum annað. Hann er heldur ikki nøgdur við viðmerkingarnar hjá Jamie Carragher.
- Summir av viðmerkjarunum hava trupulleikar við at siga nakrar lygnir. Teir vakna um morgunin og hugsa um José Mourinho. Onkrir teirra fáa enntá løn frá ávísum feløgum, sum teir eisini arbeiða fyri. Tí eru teir ikki objektivir og siga ting, sum passa teimum, sigur José Mourinho.
Meðan tølini fyri tvey tey farnu kappingarárini boða frá góðum, so hevur 20 ára gamli Marcus Rashford bara byrjað átt ferðir, síðani Manchester United fyri einum hálvum ári síðani keypti Alexis Sanchez. Enski áleyparin verður ikki við komandi tríggjar dystirnar í Premier League, tí hann fekk beinleiðis reytt kort í farna umfari móti Burnley.










