Mourinho hevur skrivað undir hjá Inter

The Special One skal nú standa á odda fyri trífaldu italsku meistarunum

Fótbóltur

 

Á tíðindafundi í dag varð José Mourinho kunngjørdur, sum nýggi venjarin hjá italsku meistarunum, Inter Milan. Inter Milan boðar frá at portugisin hevur skrivað undir ein trý-ára sáttmála við Inter, og kemur Mourinho at arbeiða saman við Rui Farias, Silvino og Andrei Villas Boas. Hjálparvenjari verður Giuseppe Baresi.

Farias, Silvino og Boas vóru allir partar av baklandinum hjá José Mourinho, tá hann var venjari hjá Chelsea. Mourinho vann UEFA-Cup og Champions League við Porto, og vann enska meistaraheitið tvær ferðir við Chelsea.