Mourinho hevur góða tíð

Portugisiski venjarin hevur ongan skund at finna sær nýtt starv

Mynd: Polfoto

Seinastu tíðina hava nógvar leysasøgur gingið um, at fyrrverandi Chelsea-venjarin í tveimum umførum, José Mourinho, skal verða næsti venjarin hjá Manchester United eftir Louis van Gaal. Sambært portugisanum sjálvum, so verður hann tó ikki settur í nýtt venjarastarv í bræði. 

 

- Tað er betur at bíða enn at leypa framav og taka óumhugsaðar avgerðir. Eg haldi avgjørt, at tað er best fyri meg, um eg bíði til í summar við at taka við nýggjum starvi, sigur José Mourinho sambært spanska AS.

 

Víðari sigur Mourinho, at hann kennir onki til allar leysasøgurnar, sum í heilum ganga um hann.

 

- Eg hoyri nýggjar søgur um meg hvønn dag. Tað sigst, at eg skal venja í Kina, síðani í Italia, har eg skal venja Inter. Í løtuni eri eg tó arbeiðsleysur, og tað passar mær fínt, sigur José Mourinho at enda.

 

Fyri minni enn einum ári síðani vann José Mourinho Premier League við Chelsea, men varð hann sum kunnugt loystur úr venjarastarvinum hjá bláa London-felagnum í desember, orsakað av út av lagi vánaligu gongdini hjá Chelsea í hesum kappingarárinum.

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto

Mynd: Polfoto