Mourinho gjørdi av við Barcelona

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá Barcelona í kvøld tók ímóti Inter Milan í hálvfinaluni í Champions League. Tað hendi lítið í fyrra hálvleiki, men aftaná 28 minuttir fekk dysturin eina óhepna vend fyri Mourinho og Inter. Fyrrverandi Barcelona spælarin, Thiago Motta, varð útvístur fyri á sláa ein Barcelona spælara í andliti. Inter Milan spælararnir og Jose Mourinho vóru ikki samdir við dómarinum, ið avgerðini at senda Motta av vøllinum.

 

Inter, sum ikki hevði eina roynd á mál í øllum dystinum, stóðu langt aftri á vøllinum og vardu væl. Í eini roynd at kom aftur í dystin, sendi Barcelona venjarin, Pep Guardiola, miðverjan Gerard Pique í álopi. Seks minuttir fyri tíð legði hann Barcelona á odda. Løtu seinni helt innskifti Bojan, at hann hevði skorað alt avgerandi málið til 2-0, sum hevði sent Barcelona víðari, men dómarin hevði bríkslað fyri frísparki áðrenn. Barcelona hevði bóltin í ikki minni enn 86% av tíðini.

 

Eftir fýra minuttir av eykatíð, bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð, til stóra gleði fyri ein ávísan Jose Mourinho. Eftirspælið av hálvfinaluni er ikki liðugt. Fótbóltsheimurin bíðar nú spentur eftir næsta útspælum frá Jose Mourinho, ið skal til Madrid at spæla finaluna ímóti Bayern Munchen.

 

 

Barcelona ? Inter Milan(0-0) 1-0

1-0 Pique (84)

Inter Milan vinnur samanlagt 3-2