José Mourinho, venjari hjá Manchester United, hevur síðani kappingarbyrjan búð á Lowry gistingarhúsinum mitt í býnum. Nú hevur hann endiliga fingið eina íbúð í Beetham Tower, sum hevur havt aðrar kendar íbúgvar.
Tað var nevniliga ongin minni enn føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, sum eina tíð eisini hevði búðstað á glasliliga Beetham Tower. Tað var tá hann spældi við Blackburn og Manchester City.
- Hatta er eitt deiligt stað at búgva og útsiktin er framúr góð. Vit vóru glað fyri at búgva har, men valdu at flyta, tá vit fingu børn. Eg ivist ikki í, at José Mourinho fer at trívast í Beetham Tower, sigur Gunnar Nielsen við einum brosi.
Tað hevur fylt nógv í bretsku miðlunum, at José Mourinho ikki hevur familjuna við sær í Manchester, og at hann hevur búð á gistingarhúsið. Enntá hevur verið róð upp undir, at tað er ein av orsøkunum til, at Manchester United ikki hevur staðið seg so væl í ár.
Søgan sigur einki um íbúðin hjá José Mourinho er flottari enn tann sum føroyski málverjin hevði, men tað passar nokk Gunnari Nielsen væl.










