Mourinho er skuldsettur í Spania

Spanskir myndugleikar vilja vera við, at José Mourinho snýtti í skatti tá hann var venjari í Real Madrid

Spanskir myndugleikar vilja vera við, at núverandi Manchester United venjarin, José Mourinho, snýtti í skatti tá hann var venjari í Real Madrid frá 2010 til 2013. Sum skilst er talan um á leið 25 milliónir krónur, sum José Mourinho hevur goldið ov lítið í skatti.

 

Men í kvøld svarar José Mourinho atfinningunum aftur. Hann sigur seg ikki at hava snýtt í skatti, og vil vera við, at hann rindaði á leið 200 milliónir krónur í skatti til landskassan í Spania, tey árini hann var venjari í Real Madrid.

 

Tað er gjøgnum heimasíðuna Football Leaks, at navnið hjá José Mourinho er komið fram. Seinastu tíðina eru ein rúgva av fótbóltsspælarum í Spania blivnir skuldsettir fyri tað sama, millum annað eisini Lionel Messi og Cristiano Ronaldo.