Umstríddi José Mourinho verður væntandi aftur at síggja á síðulinjuni hjá onkrum evropeiskum fótbóltsfelagi í komandi kappingarári. Tað sigur høvuðspersónurin sjálvur í øllum førum við spanska Marca.
Serliga í fyrru helvt gekk tað av skriðuni hjá Chelsea í Premier League, har Mourinho var venjari. Hetta førdi, ikki óvæntað, til eina uppsøgn til karismatiska portugisan, ið mangan hevur fingið sinnini í kók hjá mangum fótbóltsfjeppara.
- Í komandi kappingarári taki eg míni hugskot eitt stað, har eg veruliga eri ynsktur. Mær dámar at vera á einum staði, har fólk vilja hava meg, sigur Mourinho við Marca.
Tann 53 ára gamli venjarin vísir á, at hann longu hevur fingið ymisk venjaratilboð í hesum kappingarárinum, men hesi tilboð fullu honum ikki í huga.
- Í bæði januar og februar hevði eg møguleikan at byrja í nýggjum starvi, sum vardi til kappingarenda í ár, men hetta var ikki motiverandi fyri meg. Eg kann tó siga fyri vist, at í komandi kappingarári verði eg aftur venjari. Eg havi nøkur góð tilboð, og skal eg hugsa meg væl um, áðrenn ein endalig avgerð verður tikin, sigur José Mourinho at enda.
Leysasøgur hava gingið um, at tað serliga er Manchester United, ið ynskir at fáa Mourinho at stýra liðnum framyvir.