Mourinho: Antin ert tú sekur ella ósekur

José Mourinho er ein av fleiri, sum fílast á handfaringina av málinum millum UEFA og Manchester City

Mánadagin fekk Manchester City viðhald frá ítróttardómstólinum í Sveis í kæruni, um at felagið hevur brotið fíggjarreglugerðina hjá UEFA. Evropesiska Fótbóltssambandið hevði útihýst Manchester City frá evropesiskum fótbólti í tvey ár, men tann dómurin stendur ikki við. Eisini er bótin minkað niður í áleið 80 milliónir krónur.

- Antin ert tú sekur ella ósekur. Um Manchester City einki galið hevur gjørt, so skilji eg ikki hví teir fáa eina bót upp á fleiri milliónir. Um teir hava gjørt okkurt galið, so skal Manchester City sjálvandi bannast. Óansæð hvat, so er avgerðin ein ólukka, sigur José Mourinho, venjari hjá Tottenham.

Eisini venjarin hjá Liverpool, Jurgen Klopp, heldur at hetta var ein óheppin dagur fyri fótbóltin. Hann heldur fyri, at fíggjarreglugerðin er fyri at tryggja, at ávís feløg ikki kunnu keypa seg til alt og at tryggjar at fótbóltsfeløg verða rikin á skinsaman hátt.

- Eg eri glaður um, at Manchester City kann halda fram at spæla í Champions League, men eg haldi ikki at hatta var ein góður dagur fyri fótbóltin. Eg vóni at FFP reglugerðin kemur at halda fram, tí hon tryggjar at feløg verða rikin á skinsaman hátt og at tað eru mørk. Um ongin leggur í mørkini, so skunnu tey ríkastu bara keypa seg til alt. Tá er skjótt at vit enda við eini Super League, har bara tíggju tey ríkastu sleppa upp í part, segði Jurgen Klopp undan dystinum móti Arsenal í gjár.

 ##med2##

UEFA dømdi fyrr í ár Manchester City fyri brot á Financial Fair Play (FFP). Felagið hevur ikki uppgivið røtt tøl í samband við stuðulsavtalur í tíðarskeiðnum 2012 til 2016, og hareftir ikki samarbeitt í málinum. Revsingin var at Manchester City skuldi verða útihýst úr øllum evropesiskum kappingum komandi tvey árini, galdandi kappingarárini 2020/2021 og 2021/2022. Hartil fekk felagið eina bót á 222 milliónir krónur. Manchester City boðað beinanvegin frá, at felagið ikki góðtók dómin og fór at kæra málið til CAS.

- Tað týdningarmesta, sum eg fari at siga í dag er, at ákærurnar eru ósannar. Tað eru stutt og greitt ósannar. Viðhaldsfólkini kunnu verða vís í tveimum tingum. Tað fyrra er, at ákærurnar eru ósannar, og tað seinna er at vit fara at gera alt, sum vit kunnu, fyri at prógva tað, segði dagligi leiðarin í Manchester City, Ferran Soriano, í samrøðu við heimasíðuna hjá felagnum, tá UEFA kom við sínum dómi.