Mount Everest skal ruddast

Tað er vorðið so óruddiligt uppi á heimsins hægsta fjalli, at nú má ruddast

Í september fara umleið hundrað sjálvboðin niðan eftir Mount Everest at rudda. Tey fara ikki niðan á sjálvan tindin, men ætlanin er í hvussu er at sleppa einar 6.500 metrar niðan eftir fjallinum.
Ein talsmaður fyri ruddingarfólkini sigur við BBC, at umleið 615 tons av óruddi liggur og sløðist í erva í fjallalíðunum, og at tað má fáast burtur haðani, áðrenn tað órógvar umhvørvið.
Kinesiska blaðið China Daily skrivar, at umleið 20.000 fólk vitja leiðina við Mount Everest á hvørjum ári. Áhugin fyri at sleppa niðan eftir sjálvum fjallinum er eisini vaksin nógv tey seinnu árini, men tað eru bara tey fægstu, sum megna at sleppa upp á sjálvan tindin.