Motzfeldt segði farvæl

Jonathan Motzfeldt fór í gjár úr formansskapinum í Siumut-flokkinum, sum hevur havt landsfund í Nuuk teir seinastu dagarnar -Eg haldi, at eg havi gjørt mína herskyldu í leiðsluni. Nú fari eg at brúka tíðina til arbeiðið um landstingslimur, segði Jonathan Motzfeldt, tá hann fór úr leiðsluni í Siumut í gjár.

Hans Enoksen, floksformaður og landsstýrisformaður, segði, at Jonathan Motzfeldt hevur víst, at hann megnar at basa ágangi í tí politiska lívinum.

-Tú ert og verður landsfaðirin, og sum slíkur ert tú virdur millum tíni egnu og alt fólkið, segði Hans Enoksen.