Ætlandi skuldi ferðalagið við spælarum, leiðarum og áskoðarum hjá Víkingi fara úr Tromsø klokkan trý norska tíð í nátt, men tann ferðin er útsett til í morgin, tí mjørki er vesturi í Vágum.
Í Leirvík og í Gøtu hava tey gjørt klárt til eina stóra móttøku í Víkinga-húsinum. Víkingur boðar frá, at hendan móttøkan verður veruleiki, tá ferðalagið úr Tromsø er komin aftur til landið.
Víkingur heitir á øll, sum hava umstøður í Leirvík og í Gøtu um at møta fjølment til móttøkuna og heiðra Víkingi fyri tað minniliga bragdið.
Rás2 fer annars at feira bragdið í morgin klokkan 9 við samrøðum, bæði bandaðum og beinleiðis samrøðum, og við tónleiki. Víkinga-fjepparar fáa høvið at senda eina heilsu á sms-skipanini 55 99 99.
(Mynd: vikingur.fo)